Hóast tað ikki eydnaðist Toda at fáa hendur á steypinum frá DONG, so verður kortini okkurt føroyskt íkast í steypinum.
Troels Bech, venjarain hjá OB, er nevnliga giftur føroyskari konu, so um ikki annað, so verða tað helst føroyskar hendur, sum komandi árið fara at ansa steypinum. Konan hjá Troels er Malan Zachariasen úr Havn.
Bilsin um Toda
Tá vit eftir dystin hittu Troels, var tað ikki meira, enn at røddin hóraði undan, nú hann í 90 minuttir hevði koyrt á leikarar sínar, men hann gav sær kortini góðar stundir at tosa við føroysku umboðini.
- Sjálvur helt eg, at hatta var ein góður dystur at hyggja at. Ikki minst tá vit so eisini vinna dystin, men eg má tó siga, at nógv verður avgjørt fyrsta korterið ella so. Vit høvdu undan dystinum avtalað, at vit alt fyri eitt skuldu royna at trýsta, men uttan at vit tóku ov nógvar vágar í uppspælinum, so FCK slapp at kontra, og tað má eg bara siga eydnaðist til fulnar.
Um føroyska íkastið til dystin, Toda Jónsson, segði OB-venjarin, at hann var bilsin um, at Todi ikki byrjaði á vøllinum.
- Nú hevði eg helst vitað tað, um eg legði í at lesa morgunbløðini, tí tey vistu jú øll, at Møller skuldi byrja inni á vøllinum. Sjálvur kann eg bara siga, at eg ikki hevði roknað við hesum. Zuma og Todi arbeiða somikið væl saman, og skilja hvønn annan somikið væl, at eg ivaðist ikki í, at teir skuldu byrja í álopinum.
Einki skerpikjøt í kvøld
At enda, eftir at hava tosað nakað aftur og fram um vinir um kenningar í Føroyum, noyddist OB-venjarin at fara til døgurðan, sum leikarar á báðum liðum skuldu til eftir dystin. Spurdur um tað kanska skuldi verða føroyskur matur á skránni, segði hann at enda skemtandi.
- Tað kann væl vera, at eg havi ilt í búkinum í morgin, men tað verður so neyvan skerpikjøt, sum verður atvoldin til hetta, segði ein flennandi OB-venjari at enda.










