Nú leygardagin 11. septembur byrja kórvenjingarnar í samband við frumframførslu av nýggjum føroyskum jólakórverki, ið ætlanin er at framføra í Fríðrikskirkjuni fyrst í desembur mánaði.
Tað er Jóhan Mortensen, sum hevur skrivað nýggja verkið, ið hann nevnir ?Føroyskt jólaoratorium?. Hetta er rættiliga drúgt verk, ið er gjørt beinleiðis yvir tekstir í bíbliuni, ið hava við jólini at gera. Byrjað varð við verkinum í páskafrítíðini í ár, og júst nú er síðsta hond løgd á kórpartin.
Jóhan hevur annars hesi seinnu árini skrivað og við kóri og tónleikarum úr Føroya Symfoniorkestri framført trý kirkjulig kórverk, har teksturin hevur verið sálmar hjá Dávidi.
Kórið, ið skal framføra ?Føroyskt jólaoratorium? er opið, og tí verða øll sanghugað boðin at syngja við.
Fyrsta venjingin verður í skúlanum á Glyvrum nú leygardagin 11. septembur frá klokkan 14:30 til 17:30.










