Konsert
Thor er ein av mest evnaríku ungu føroysku tónleikanøvnunumm. Hetta vísti hann á fyrstu fløgu síni, International, ið kom á marknaðin í fjør. Leygarkvøldið fer hann á pallin saman við danska plátuvendaranum DJ Nut. Tað er eingin ivi um, at tað kann gerast ein sera spennandi uppliving, tá henda spennandi nýggja stjørnan fer á pall saman við hesum garvaða plátuvendara.
Umframt Thor vera eisini dansk/føroyski rapparin AndyOp og afrikanski prinsurin Kuku Agami á konsertini.
Isslag festivalurin er byrjanin á Musikinvasion07. Ein røð av minifestivalum, sum Norðurbryggjan fer undir. Á Musikinvasion07 verður aktuellur tónleikur úr útnorði sýndur fram, umframt at nýggj og ósiðbundin samstørv, ið fara tvørtur um landamørk og tónlistarliga vanahugsan, verða at síggja
Musikinvasion er úrslitið av nýggjum samstarvi millum Norðurbryggjuna og unga tónleikafelagið Artiscope. Eitt felag, ið fyrrverandi kunningarstjórin í VEGA Nicolaj Hyltén-Cavallius hevur stovnað.
- Tað er spennandi at skula arbeiða við tónleki úr útnorði, og saman við einum eldhugaðum spælistaði, ið longu frammanundan brýtur frá hinum spælistøðunum í býnum. Eg gleði meg til nógvar konsertir á bryggjuni, sigur Nicolaj.