Marknaðardagarnir, sum byrjaðu týsdagin, hildu fram í gjár, og seinasti dagurin á hesum sinni er í dag, tá opið er í Dansifrøi fram til klokkan 16.
Tað eru tær báðar, Fríðun Jacobsen og Mia Cameron, sum hava nógv við ferðamannaskipini og ferðavinnu í síni heild at gera, ið tóku stig til at hava marknaðardagar í Dansifrøi, har føroysk heimavirkisfólk koma við sínum handgjørdu vørum at vísa fram og selja.
Marknaðardagarnir eru fyrst og fremst miðaðir móti útlendskum ferðafólki, men eru so sanniliga eisini ætlaðir føroyingum.
Úrvalið spennir vítt frá ullavørum til keramikk, hornlutir og málningar, og tað eru fólk úr øllum landinum, sum eru við á marknaðardøgunum.
Opið verður í dag fram til klokkan 16, og fyrireikararnir siga, at føroyingar eisini skulu vera sera vælkomnir a vitja í Dansifrøi.