Í dag er Miðstovugarðurin í Trøðum á Sandi í Vágsbotni við góðum og frískum grønmeti, og tað er bóndin sjálvur, Jóannes Johannessen - róptur Jóannes í Miðstovuni og frú, sum selja.
Á marknaðarplássinum hava tey alskyns grønmetisvørur, eitt nú røtur, leykir, purrur, glaskál og sjálvsagt eisini fantastiska góðu eplini, sum veksa í sandjørð. Hesi epli eru tiltikin fyri sín góða smakk.
Bøndurnir á Sandi, sum gera nógv við at velta epli, røtur og ymiskt annað grønmeti, eru óførir at ferðast kring landið við sínum vørum. Hetta ger tað møguligt hjá mongum at sleppa at smakka føroyska grøði.
##med2##
##med3##













