BRÚÐLEYP
Eins og allar komandi brúðrar, keypti eisini Maureen Djurhuus, sum er ættað úr Porkeri, brúðarbløð fyri at fáa góð hugskot til brúðleyp sítt, sum var 21. juli í fjør í Suður-onglandi.
- Í hesum bløðum kann ein vinna brúðarferðir til Indiska Havið, ókeypis make-up viðgerð og annað. Eitt var, at ein kundi senda myndir inn av "serligum" brúðleypum. Vit hugsaðu, at hetta kundi verða stuttligt, so vit sendu okkara mynd inn í august síðsta ár, greiðir Maureen frá.
Maureen hoyrdi tó einki aftur, fyrr enn nú ein dagin.
- Knappliga nú ein dagin kemur ein genta rennandi til mín og sigur, at hon hevur sæð meg í einum brúðarblaði. Eg skilti ikki rættiliga, hvat hon meinti við, men so fall fimm oyraði. Ein brúðarmynd av mær og Christopher var í størsta brúðarblaðnum her í Onglandi.
Blaðið eitur "You and Your Wedding" og tað verður selt kring heimin. Myndin er undir yvirskriftini "The Viking Queen". Í greinini stendur skrivað, at Maureen kemur úr Føroyum, og á myndini eru eisini brúðargenturnar, OgSun úr Korea, Christina úr Onglandi og Elsa Durhuus úr Havn, allar í føroyskum búna og brúðarsveinarnir í enskum og skotskum búna. Eisini systkini hjá Maureen eru á myndini í føroyskum klæðum.
Brúðleypið varð hildið í einum stórum herskapshúsum. Til brúðleypsveitsluna vóru 142 fólk, sum er ógvuliga nógv eftir bretskum mátistokki. Úr Miðeystri vóru um tíggju gestir og úr Føroyum nógv av skyldfólkum og vinfólkum hjá Maureen. Úr Jordan hevði ein vinkona Maureen smákøkur við í skjáttuni, sum komu á borðið eftir dessertina.
- Danska brúðarvísan varð kvødd, skipað av skyldmanni mínum, Símuni Hansen, og allir gestirnir tóku lut. Gestirnir úr Miðeystri dansaðu arabiskan dans, so tað var ógvuliga stuttligt, sigur Maureen.
Í brúðleypum í Onglandi er siðurin tann, at bert tríggjar røður eru. Siðvenja er eisini, hvør heldur tær, og at fyrstan røðan er álvarsom, meðan hinar, ið koma aftaná, skulu verða stuttligari og stuttligari. Seinasti røðarin er ? the bestman? og sum vera man krevjast góðar taligávur av honum. Hendan siðvenjan varð eisini hildin í brúðleypinum hjá Maureen og Christopher, tó vóru fimm røður. Vinkona Maureen, Elsa, helt eina røðu og sang ein vakran sang, og systkinabarn Maureen, Egil Olsen, segði somuleiðis nøkur orð vegna familjuna, sum ikki kom í brúðleyp.
Maureen, hvørs eftirnavn nú er Clarke, hevur ferðast stóran part av sínum vaksna lívi. Í longri tíð hevur hon arbeitt og búð í Miðeystri. Har møtti hon eisini manni sínum, Christopher, á málskúla í Amman í Jordan, har bæði lærdu arabiskt mál. Í løtuni eru tey stødd í Onglandi, har tey skulu verða í nakrar mánaðir. Í summar koma tey til Føroya at vitja. Síðani gongur leiðin til Norður Afrika at arbeiða.
- Eg fari at arbeiða sum sjúkrasystir innan kristilig vælgerandi arbeiði, meðan Christopher vantandi fer at arbeiða innan náttúruvísindi.