Við virkisfúsni og nógvari orku, fara Turid Christophersen og Rúni Nielsen saman við øðrum undir sjálvstøðuga verkætlan. Felagið "Føroyskt djóraheim" verður stovnað
komandi dagarnar. Endamálið er, sum navnið eisini leggur upp til, at byggja eitt djóraheim í Føroyum.
Seinastu 37 árini hevur eitt av aðalmálunum hjá Djóraverndarfelagnum verið at seta á stovn eitt internat. Í 2011 kom rættiligt glið á, tá ið Turid Christophersen fór
undir at skipa og tilrættaleggja verkætlanina - ikki minst at finna stuðlar, ið kundu fíggja.
Djóraverndarfelagið eigur í løtuni eina verkætlan um djóraheim, men tá Turid Christophersen og Rúni Nielsen, ið hava staðið á odda fyri verkætlanini, eftir
aðalfund hjá Djóraverndarfelagnum ikki longur eru í nevndini hjá felagnum, var ein upplagdur møguleiki, at býta arbeiðsbyruna innan djóravernd í Føroyum í tvey, og á
tann hátt fáa enn meira burturúr. Arbeiðsbyran hjá Djóraverndarfelagnum er stór, og ikki minst fíggjarliga tung, tí hevur ein tílk verkætlan nú betri møguleika at verða veruleiki innan fá ár.
Felagið Føroysk Djóraheim kemur at gera verkætlanina av nýggjum við sama árræði og kunnleika, ið var nýttur til verkætlanina í Djóraverndarfelagnum. Verkætlanin kemur
at leggja dent á, at djóraheimið rúmar øllum óynskum djórum og djórum, ið eru tilyvurs í Føroyum.
Miðað verður ímóti at skapa eitt heim, har ið djórini trívast væl, til tey fara í nýtt heim
Samskiparar nýggja felagsins ynskja Djóraverndarfelagnum blíðan byr við tí megnaruppgávu, ið liggur fyri framman, og vóna at Djóraverndarfelagið og teirra limir fara at taka væl ímóti hesum nýggja felagum og verkætlanini.
Meira verður at frætta frá samskiparunum um felagið og verkætlanina komandi dagarnar.
Rúni Nielsen, tel. 59 16 67
Turid Christophersen, tel. 52 22 62
Jógvan Arnason Djurhuus, tel. 59 13 46
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.