Føroyskt Countrykvøld á Hálsi

Ítróttarhøllin á Hálsi verður leygarkvøldið 5.mai karmur um eitt stórsligið Countrykvøld við fleiri nøvnum, sum í seinastuni hava gjørt vart við seg innan countrytónleik.

 

Heili seks einstaklingar eru við í tiltakinum, sum fyrireikararnir ætla skal festa seg í minnið sum eitt heilt serstakt kvøld.

 

Evi,Ólavur Højgaard, Rannvá Vesturklett og Joen Magnus Danielsen eru høvuðsnøvn. Alex Bærentsen og Nicolina á Kamarinum eru gestasangarar hetta kvøldið.

 

Evi er eitt av nýggju stjørnuskotunum innan føroyskan countrytónleik. Hon hevur givið fleiri fløgur út, sum allar eru upptiknar í Nashville, har hon eisini hevur framført.

 

Ólavur Højgaard hevur eisini verið í Nashville og leitað sær íblástur, og fyri nøkrum árum síðani kom fløgan Úr Vestmanna til Nashville út.

 

Rannvá Vesturklett er kend fyri sína serstøku rødd – tað er sagt, at hon spennir heilt frá Patsy Cline til Brendu Lee.

 

Joen Magnus Danielsen er millum annað kendur frá bólkinum Spar 5, sum hevur spælt nógv kring landið. Best man hann tó vera kendur fyri landapláguna "góða mamma."

 

Um gestasangararnar er at siga, at tey bæði á hvør sín hátt hava sett síni fingramerki á føroyskan countrytónleik.

 

Fleiri av luttakarunum fara at syngja duet hetta kvøldið.

 

Tiltakið byrjar við Linedansi kl. 21, har øll eru vælkomin at royna seg. Tað er ongin orsøk at setast aftur, um tú ikki hevur roynt Linedans áður, tí skipað verður fyri undirvísing á staðnum.

 

Hotel Tórshavn bjóðar eina matskrá í sambandi við tiltakið, og møguleiki er at gista fyri ein serligan prís, siga fyrireikarnir í tíðindaskrivi.