Føroyskt country/gospel til útvarpsstøðir kring allan heim

Ein sangur av nýggjastu fløguni hjá Zamar "Lat ljósið brenna" er júst komin á eina fløgu, sum verður send til umleið 1.100 útvarpsstøðir kring allan heim. Tað er sangurin "Don't worry about the waves". Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur bólkur, sum spælir hendan tónleikastílin, hevur fingið ein sang útgivnan kring allan heim. Hetta skrivar MUSIC.fo

 

Zamar er ein bólkur, ið spælir southern gospel og country. Tað eru Eyðun Jacobsen og hansara 3 døtrar, Birgit Nónklett, Kristina N. Hansen og Heidi N. Jacobsen, sum mynda bólkin. Tey spæla mest í ymiskum kirkjur og samkomum og annars til tiltøk sum heild.

 

Bólkurin bleiv stovnaður í 2009, og síðani hevur hann givið tvær fløgur út. Tann fyrra, "Vit eiga vón", kom í 2009. Tann seinna, "Lat ljósið brenna", kom út 25 mars í ár.

 

Tónleikurin á fløguni er spældur inn av dugnaligum amerikanskum tónleikarum í Crossroad Studio í Asheville USA - ikki langt frá Nashville, har fløgan eisini er ljóðblandað og mastrað. Røddirnar eru upptiknar í Raclip Studio í Hvannasundi.

 

Lesið meira um bólkin á www.facebook.com/zamarfo