Føroyskt brúdleypsøl

Í samband við øl-stevnu í Valby um vikuskiftið, hevur Føroya Bjór gjørt eina serliga Fríðrik og Mary øl.

Um vikuskiftið verður árliga øl-stevnan í Valby-høllini. Seinastu árini hevur Føroya Bjór luttikið á stevnuni, og aftur í ár fer Føroya Bjór at hava ein bás. Bryggjaríini á stevnuni koma úr fleiri ymiskum londum, og góð 400 sløg av øli verða at fáa á stevnuni.
Í samband við kongaliga brúdleypið fríggjadagin, hava fyrireikararnir á ølstevnuni eggja luttakarunum at bryggja eina serliga Fríðrik og Mary øl. Á Føroya Bjór tóku tey av møguleikanum, og við sær í viðførinum til Danmarkar verður ein førysk brúdleypsøl.
Av Føroya Bjór verður sagt, at ølin minnir nógv um páskabryggið, sum hevur verið heiðrað fleiri ferðir. Sum skilst hava eini 30 bryggjaríir gjørt eina kongaliga øl, og sunnudagin er ætlanin at kjósa bestu ølina á stevnuni í Valby-høllini. Spennandi verður at fylgja, hvussu føroyska brúdleypsølið fer at standa seg.