Føroyskt brúðarpar avlýsti ferð til bumbustaðið

Ein nýgift hjún høvdu lagt ætlanir um at vitja kenda frítíðarbýin Sharm el-Sheikhh seinni í hesum mánaðinum. Eftir ógvusligu hendingarnar í nátt hava tey avlýst hesa brúðarferðina.

Hesi bæði høvdu keypt sær eina ferð til Sharm el-Sheikh gjøgnum eina av ferðaskrivstovunum hjá Fonn Flog í Føroyum.
Ferðin varð keypt umvegis danska felagið Atlantis Rejser, sum hevur sum sergrein at flyta ferðafólk til Egyptalands, Reyða Havið og sum haraftrat skipar fyri ymiskum mentanaferum og kavaraferðum.
Seinnapartin leygardagin varð Leivur Fonn, stjóri á Fonn Flog uppringdur frá Atlantis Rejser, har sagt varð at hetta parið fekk allar pengarnar aftur.
Sagt varð í sama viðfangi, at Atlantis hevur um 600 ferðandi har í løtuni, og at øll teirra høvdu fingið tilboð um at verða flogin heimaftur.
Umframt Atlantis hevur eisini ferðaskrivstovan Apolli Sharm el-Sheikh sum eitt av ferðamálum sínum í Egyptalandi.