Føroyskt bilamet

Talið av skrásettum motorakførum var í fjør hægri enn nakrantíð

Talið av skrásettum motorakførum í Føroyum var í fjør 18.843, og er hetta søguligt met.

Talið av skrásettum mortorakførum fall brádliga frá 18.922 til 15.145 frá 1988 til 1994. Men síðani kreppan hasaði av, er talið aftur farið at vaksa, og seinastu fimm árini hevur talan verið um ein støðugan vøkstur, ið hevur ført til, at vit í fjørt settu met við 18.843 skrásettum motorakførum til eitt fólkatal á góð 45.000.

Í 1996, tá búskaparkreppan var við at hasa av, fór talið av eigaraskiftum sambært ársfrágreiðingini fyri 1999 hjá løgregluni aftur at vaksa fyri fyrstu ferð síðani 1992. Í fjør kom hetta tal upp á sama høga støði, sum í 1996, tá 5.439 motorakfør skiftu eigara.


Eftirlit minkar um óhappini

Løgreglan sigur, at síðani endan av áttatiárinum er nógv orka nýtt til eftirlit av ferðsluni, og hevur hetta givið ógvuliga gott úrslit, um hugsað verður um, hvussu nógv talið av akførum er vaksið.

Í 1999 var talið av fráboðaðum ferðsluóhappum 1.330, og er hetta ein vøkstur á 6,4 prosent, samanborið við 1998. Men í hesum sambandi skal ikki gloymast, at talið av skrásettum bilum eisini er vaksið munandi.

Løgreglan sigur í ársfrágreiðing sínari, at talið av fráboðaðum ferðsluóhappum fall nógv frá seinast í áttatiárunum og fram til 1994, tá talið legið seg í eina fasta legu næstu trý árini.

Men síðani 1998 er talið vaksið frá 1.250 til 1.330 í fjør.


Minni rúsdrekkakoyring

Hóast talið av ferðsluóhappum er vaksið seinastu árini, hevur gongdin verið ein onnur fyri talið av ákærum fyri rúsdrekkakoyring.

Frá seinast í áttatiárunum, tá løgreglan herdi eftirlitið, sást eitt fall í ákærunum fyri rúsdrekkakoyring fram til 1994, tá talið legði seg í eina nøkulunda fasta legu. Tó sæst eitt enn størri fall seinastu fáu árini. Í 1997 var talið av ákærum fyri rúsdrekkakoyring 170, í 1998 var talið 155 og í 1999 var talið 127. Hetta eru tøl, ið liggja lagt niðanfyri tey frá 1982 til 1993.