Føroysklærugreinin og føroyska málið nú og í framtíðini

Tíðindaskriv frá Móðurmálsfelagnum

Móðurmálsfelagið skipar fyri limafundi og aðalfundi 12. apríl á Landsmiðstøðini kl. 14.00. John Dalsgarð, sum var skrivari í málstevnunevndini, fer at hava framløgu av arbeiðnum hjá málstevnunevndini. Hetta verður fyrsta almenna framløgan av arbeiði málstevnunevndarinnar, og tað er stak viðkomandi, at tað júst verður í móðurmálslærarafelagnum, at henda framløga verður. Eingin bólkur í føroyska samfelagnum hevur so stóra ávirkan á málstøðuna hjá føroyska almenninginum sum føroysklærararnir.

Føroyska skúlaverkið fyllir nógv í álitinum hjá Málstevnunevndini, og John Dalsgarð fer í síni framløgu at leggja serligan dent á støðuna hjá føroyskum máli í skúlaverkinum og samstundis leggja upp til kjak um, hvørji framtíðarútlitini hjá føroyska málinum eru í skúlaskipan okkara og samfelagnum sum heild.

Í móðurmálslærarafelagnum vóna vit, at henda framløga og hetta kjak fer at vera við til at seta sín dám á, hvussu føroysklærugreinin fer at síggja út í framtíðini. Nýggir miðlar, fjølsamansettur upplýsingarfloymur og stórur opinleiki eru við til at seta sín dám á gerandisdagin hjá flestum næmingum í føroyska skúlaverkinum, og tí er viðkomandi at seta føroyska málið og føroysklærugreinina á dagsskrá. Nýggir limir kunnu tekna seg á fundinum og til framløguna av Málmørkum eru onnur enn lærarar eisini vælkomin.