– Eg fari staðiliga at heita á grønlendingar um at sissa seg.
Tað segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Fólkatinginum í gjárkvøldið, tá ið orðaskifti var um røðuna, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, helt, tá ið Fólkatingið varð sett týsdagin.
Og tað, Sjúrður Skaale sipar til, er, at myndugleikarnir í Grønlandi ætla nú at tvinga grønlendsk reiðarí at brúka grønlendskar yvirmenn á grønlendskum skipum.
Sermetsiaq skrivar at í hesum sambandi verður kravið, at í 2020 skulu minst 90 prosent av yvirmonnunum vera grønlendingar, í dag er kravið 60 prosent.
Samstundis skulu yvirmenninir hava fastan bústað í Grønlandi og hava verið skattskyldigir í Grønlandi í minst tvey ár, áðrenn teir kunnu verða yvirmenn á grønlendskum skipum. Bústaðarskyldan og skattskyldan verður sett í gildi longu í ár, skrivar Sermitsiaq.
Sjúrður Skaale sigur, at hetta fer fyrst og fremst at raka teir nógvu, føroyskar yvirmenninar við grønlendskum skipum meint, tí nú noyðast nógvir teirra av skipunum.
Hann vísir á, at í seinastuni er stórt arbeiði lagt í at fáa marknaðforðingar í ríkisfelagsskapinum burtur og tí harmast hann um, at grønlendingar nú ætla at reisa ein nýggjan Berlinmúr ímillum Grønland og Føroyar, sum hann málbar seg.
Hann vísir eisini á, at føroysku yvirmenninir rinda skatt í Grønlandi og teir hava eina serfrøði við sær til Grønland, samstundis sum at teireisini hava nógvar grønlendskar yvirmenn afturat sær. Tí heitir hann staðiliga á grønlendingar um at sissa seg.
Grønendskir reiðarar siga, at hjá summum reiðarum kann tað vera ringt at lúka krøvini, helst eru tað maskinmeistarar, sum trot er á í Grønlandi.