Føroyskir vinnulívsmenn liggja enn og sleikja sárini

?Sporini ræða. Tað er ein orsøk til, at tað er so lítil vágafúsur kapitalur í Føroyum. Tí er tað onki forgjørt um útlendingar sleppa at seta pening í føroysk alibrúk

? Eg haldi, at útlendingar, sum hava hug, eiga at sleppa at seta pening í føroysk alibrúk.

Absalon í Buð, fyrrverandi formaður í Havbúnaðarfelagnum er ikki ein av teimum, sum er bangin fyri útlendskum pengum í føroysku alivinnuni.

Men hann heldur, at skal nakar útlendingur vera áhugaður, er tað eisini ein treyt, at teir sleppa at seta ein munandi part í, tí verður parturin ov lítil, verður heldur ongin áhugi.

Men hann heldur eisini, at tað skeivt at lata útlendingar koma ov tætt uppat 50%.

Sum er kunnu útlendingar eiga 33% í einum føroyskum alibrúki.

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum helt, at tað var ov lítið og hann skeyt upp í tinginum at hækka partin hjá útlendingum upp í 49%.

Men tingið feldi uppskotið, so útlendingar kunnu enn, sum áður, bara eiga 33%.

Absalon í buð heldur, at verður útlendski parturin 49%, verður ov stórur vandi fyri at vit missa ræðið á alivinnuni, tí tá verður skrásetingin ikki so løtt at fáa greiði á.

Hinvegin vil hann ikki siga, hvussu nógv hann heldur, at tað er hóskandi at loyva útlendingum at eiga.

? Men eg haldi, at 40% kundi gingið. Í øllum førum má tað ikki vera minni enn 33%, sum tað eru nú.


Krevur nógvan pening

Hann sigur, at tað er ongin vinna, sum bindur so nógvan pening sum alivinnnan.

? Og hetta er harafturat ein sera vágalig vinna, tí tað skal ómetaliga lítið til at fáa eitt dygt bakkast.

? Eitt nú eru nógv skotsk alibrúk komin rættilgia illa fyri brádliga, tí hervilig sjúka hevur tikið seg upp.

? Og tað skal ikki meiri til hjá okkum.

? Eg tori ikki at hugsa tankan, hvat hendir, um álvarslig sjúka tekur seg upp her hjá okkum.

Hinvegin vísir Absalon í Buð eisini á, at tað er ein spurningur, hvussu nógv alingin í Føroyum kann mennast.

?Landið er lítið og tað er eitt ovvara mark fyri, hvussu nógv aling kann vera, áðrenn tað verður ein vansi fyri umhvørvið.

Tó heldur hann, at útlendingar kunnu styrkja føroysk alibrúk hóast teir bara keypa partabrøv frá føroyskum alarum og at tað ikki er nakar styrkur í sær sjálvum.

? Tað er hugsandi, at útlendingarnir eru so væl fyri við pengum, at teir kanska tola eitt bakkast, ella bæði tvey, betur, enn føroyingarnir gera og at teir kunnu verða ein styrkur uppá taann mátan


Sleikja sárini

Ein grund til, at fáa útlendingar upp í alivinnuna, er, at hóast tað er nokk av pengum í Føroyum, so er tað næstan ongin vágafúsir pengar, tí næstan ongin vil gera íløgur.

Hetta skilir Absalon í Buð væl.

? Tað er ikki so langt síðani at kreppa legði alt landið lamið.

? Teir vinnulívsmenn, sum vóru uppi í tí, eru ikki komnir yvir tað enn. Teir liggja enn og sleikja sárini, tí tað er so stutt síðani.

? Sporini ræða og eftirsum teir flestu eru komnir upp árini hætta teir sær ikki undir so vágaligar íløgur sum alivinnnan og fiskivinnan annars, er, fyri ikki at koma í somu ringu støðu einaferð afturat.

? Og teir yngru vinnulívsmenninir eru fyri tað fyrsta nógv varnari enn teir eldru vóru. Tí teir eldru satsaðu ofta alt, teir áttu og meiri afturat.

? Harafturat haldi eg, at teir yngru finna sær onnur øki at gera íløgur í, t.d. kunningartøkni, heilivág og ikki at gloyma oljuvinnnuna, og hetta eru eisini vinnur, sum krevja nógvan pening

? Og eg haldi, at eru norðmenn fúsir at seta pengar í fiskivinnuna, og alivinnuna, sum vit ikki tora, so eiga vit at taka ímóti teimum, sigur fyrrverandi formaðurin í Havbúnaðarfelagnum.

Harafturat heldur Absalon í Buð, at orsøkin til at nógvir alarar komu á føtur aftur eftir kreppuna var, at teir fingu hjálp frá utlendingum, við at teir t.d. lótu kredittir standa, uttan at krevja alibrúkið undir hamaran.