Í døgunum 2.-9. juli var Akureyri í Íslandi karmur um NOVU 2012. Har møttust umleið 100 ungdómar í aldrinum 16-20 ár. Joan Kristina í Jákupstovu og Johan Gaardbo, bæði av Toftum, luttóku fyri Føroyar.
Akureyri, sum í ár heldur 150 ára jubileum sum kommuna, hevði valt at vera vertur fyri NOVU 2012. Grundað á samskifti á vinnuøkinum millum Toftir og Akureyri, var kommunan boðin at senda tveir ungdómar at luttaka fyri Føroyar.
Joan Kristina í Jákupstovu og Johan Gaardbo vóru bæði sera fegin um túrin. Tey halda, at NOVU 2012 var ein sera spennandi og lærurík uppliving, har tey fingu nógv nýggj vinfólk, og har tey upplivdu nógv spennandi.
Í Akureyri høvdu tey høvi at melda seg til trý ymisk workshop, Performance Group, Sailing Group og Media Group.
Í Performance Group, sum var tann mest umráðandi bólkurin, arbeiddu tey við dansi, tónleiki, sangi og ymiskum øðrum, og hetta skuldi setast saman til eina stóra framsýning síðsta kvøldið.
Í Sailing Group lærdu tey, sum navnið sigur, at sigla við seglbátum, róðrarbátum og ymiskum øðrum sløgum at bátum. Ein av døgunum fóru tey út at sigla og hyggja eftir hvalum, og har vóru tey rættiliga heppin og endaðu við at síggja eina kúlubøku, ið svam einans tveir metrar frá bátinum
Tey í Media Group tóku myndir og film av tiltøkunum og høvdi til uppgávu at gera ein dokumentarfilm um NOVU 2012.
Næsta ár verður NOVU 2013 í Noregi.
Tað er heimasíðan hjá Nes kommunu, sum ber hesi tíðindi.