Føroyskir útbjóðarar lata væl at

- Vit hava skilt, at tað yvirskipað hevur gingið væl hjá føroysku fyritøkunum, sum á fyrsta sinni eru við sum framsýnarar á Boston Seafood Show. Nú stevnan er av, og fólk fara at koma heimaftur, verður ein eftirmeting gjørd av føroysku luttøkuni, sigur Unn Poulsen, sum starvast í uttanríkisráðnum

Matvørustevna

Tað er uttanríkisráðið, sum saman við Havbúnaðarfelagnum fyriskipar føroysku luttøkuna á Boston Seafood Show. Fyri ráðið er Durita í Grótinum har yvir, og umboðið hjá Havbúnaðarfelagnum og soleiðis eisini Vinnuhúsinum er Árni Olsen. Tær fýra føroysku fyritøkurnar, sum eru við á framsýningini, eru Bakkafrost, Luna, Salmex og Primafisk, sum allar eru útbjóðarar av fiskavørum og hava áhuga í amerikanska marknaðinum.
Unn Poulsen, sum starvast í uttanríkisráðnum, hevur havt samband við Duritu í Grótinum, nú stevnan hevur verið í Boston.
- Soleiðis, sum eg havi skilt, hevur tað yvirskipað gingið væl hjá føroysku fyritøkunum, og fólk eru fegin um at hava havt høvi at kunnað stóra marknaðin um føroyska alivinnu og sjómatarvinnu.
Hon sigur, at hetta er fyrstu ferð, at føroyskar fyritøkur beinleiðis luttaka sum útbjóðarar við bási á Boston Seafood Show.
- Føroysku fyritøkurnar hava verið saman á einum bási, sum er um 30 fermetrar stórur, og tað er Vinnuframagrunnurin, sum hevur stuðlað básaleiguni við 54.000 krónum.
Ein av uppgávunum við føroysku luttøkuni er at nema sær nýggja vitan um tann týðandi marknað, sum USA er vorðin innan eitt nú feskan laks, og í aðrar mátar hava hesar fyritøkur, sum longu hava eina veiting til USA, eisini høvi at pleyga síni viðskiftafólk.
Unn sigur, at føroyska luttøkan á Boston Seafood Show verður eftirmett, tá fólk eru komin heimaftur, og henda eftirmeting verður saman við fyritøkunum, sum eru við á framsýningini og Havbúnaðarfelagnum.
- Hugsandi er, at spurningurin um framhaldandi luttøku á framsýningini í Boston eisini verður tikin upp við hesa eftirmeting.
Unn Poulsen sigur, at tær ábendingar, sum hon hevur fingið um, hvussu føroysku fyritøkurnar meta virðið av luttøkuni á stevnuni, er ógvuliga positivt.
- Vit í uttanríkisráðnum eru eisini sera spent upp á ta eftirmeting, sum liggur fyri framman, leggur hon aftrat.

Stór stevna
Tað er amerikanski sjómatarídnaðurin, sum skipar fyri Boston Seafood Show. Hetta er ein stór stevna, har týðandi veitarar og keyparar av sjómati luttaka.
Hvørt ár luttaka eini 16.000 handilsfólk úr fleiri enn 90 londum, og útbjóðararnir eru fleiri enn 80 í tali.
Í uttanríkisráðnum halda tey, at amerikanski marknaðurin er sera áhugaverdur hjá føroyskum fyritøkum.
Sagt verður haðani, at í 2009 fekk føroyska alivinnan í miðal 2 krónur meira fyri kilo av stóra alilaksinum, sum tær útfluttu til USA, enn tær fingu fyri sama fisk í Evropa. Haraftrat kemur, at amerikanski marknaður er størri enn allur tann evropiski marknaðurin tilsamans.
Tí metir uttanríkisráðið eisini, at stórir møguleikar liggja í hesum marknaði.
Tað hevur soleiðis rættiliga sett ferð á føroyskan laksaútflutning til USA, at chilenska alivinnan seinastu árini hevur verið rakt av kreppu, og at laksaútflutningurin haðani er minkaður við umleið tveimum triðingum.
Eitt, sum er serliga áhugavert fyri føroyskan laksaútflutning til USA er, at amerikumenn hava heft seg við, at føroyskur laksur er sera vælsmakkandi, eins og hann eisini er heilsugóður við stórum innihaldi av omega3-feittsýrum.
Aftanfyri dygdina á føroyskum laksi, liggur fóðurið, sum Havsbrún í Fuglafirði framleiðir. Fóðurið verður burturav virkað úr fiski sum rávøru, og tað er hetta sum ger, at smakkurin í laksinum er so góður, eins og innihaldið av omega3-feittsýrum er so stórt.
Tað eru ikki minst amerikanskar sushi-matstovur, sum hava stóran áhuga í føroyskum laksi.