650.000 krónur í avlopi áðrenn skatt á hvørjum ári og eftir at lønir eru goldnar. Hetta er úrslitið hjá hvørjum av teimum 19 tannlæknunum á teimum býra bestu tannlæknastovunum í Føroyum.
Tað stendur at lesa í Vinnuni hesaferð. Í Vikuskiftis Sosialinum fært tú nevniliga serblaðið Vinnan. Har stendur eisini, at tannlæknavinnan í Føroyum hevur tað gott, og ár um ár megnar hon at geva sera góð og støðug avlop.
Hetta vísir ein greining, ið Vinnuvitan.biz hevur gjørt av rokniskapinum hjá føroysku tannlæknastovunum fyri árini 2014 - 2016.
Tað eru í dag 15 virkandi privatar tannlæknastovur í Føroyum, herav seks teirra eru í Tórshavn. Samlaða talið á privat starvandi tannlæknum er 40 og hevur ligið støðugt har seinastu árini.
Les meira í Vinnublaðnum inni í Vikuskiftis Sosialinum, sum tú kanst keypa í handlunum kring landið nú.