- Tit geva Felagnum Føroysk Tónaskøld og Koda meira enn eina millión krónur um árið av tykkara pengum. Hava tit ráð at vera so gávumildir? Stovnið tykkara egna felag, har eru nógvir pengar at heinta, sigur Petur Jacobsen, fyrrverandi stjóri á Rás2 í bersøgnari viðmerking í Sosialinum í morgin um gjald fyri tónleik í føroysku loftmiðlunum
Petur Jacobsen vísir á, at populer tónleikurin rindar so at siga allan peningin úr Føroyum umvegis út- og sjónvørpini og partitur tónleikurin fær meginpartin av ágóðanum. Hetta heldur hann ikki vera rættvíst - og als ikki yvir fyri øllum popp-arunum.
- Men eingin talar at, og tí heldur tað fram og versnar, helst uttan betri vitandi, sigur hann.
Petur Jacobsen vísir eisini á hin felagskapin, Gramex, sum hann sigur í áravís hevur kravt okursprís frá lokalvørpunum í Føroyum, men sum í seinastuni hava fingið harraboð frá Ophavsretslicensnævnet um at hava sama takst fyri lokalradio um alt ríkið.
- Danmarks Radio hevur samlað í 2007 goldið 53.730.235 krónur, og donsk lokalradio 19.186.323 krónur. Kringvarp Føroya hevur í 2007 goldið 210.000 krónur til Gramex. Rás2 og Lindin hava 446.940 krónur.
Petur Jacobsen sigur, at í Føroyum gjalda lokalradio meira í part enn almenna Kringvarpið.
- Hvør kallar okkum fyri grenj, spyr Petur Jacobsen, sum hevur hesa áheitan á allar tónasmiðir og tónleikarar í Føroyum:
- Tit geva FFT og Koda meira enn eina millión krónur um árið av tykkara pengum, hava tit ráð at vera so gávumildir? Stovnið tykkara egna felag, her eru nógvir pengar at heinta, sum tit av røttum eiga.
Greinin kann lesast við at trýsta her!