Føroyskir studentar uttanlands missa stuðul

andsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur nú lagt uppskot fyri Løg¬tingið, um at minka studningin til skúlagjald til sudentar undir ÚSUN skipanina úr 120.000 krónur um árið, til 80.000 krónur um árið. Samstundis verður stuðulin ikki prístalsreguleraður 1. august í 2010 sum ætlað, men ístaðin tann 1. august í 2011. Landsstýriskvinnan sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at studningurin til skúlagjald til ÚSUN-lesandi er sera høgur afturímóti tí, sum hini Norðurlondini lata og sum búskaparstøðan er, heldur hon ikki, at tað er rætt at upphæddin skal vera so stór.

Hon sigur, at lækkinginfer at raka einar 30 næmingar av teimum um 160, sum eru í ÚSUN-skipanini, og sum fara at lesa uttan fyri Evropa. Í Evropa liggur skúlagjaldið til eina masterútbúgving í flestu førum millum kr. 50.000 og kr. 70.000.

Hon leggur afturat, at fyrimunirnir við føroysku stuðulsskipanini er, at veitingarnar eru skattafríar og muna tí rættiliga væl, hóast tær verða minkaðar.

Samstundis kannar hon møguleikarnar fyri, at lesandi í Føroyum kunnu fáa ein botnfrádrátt í skattinum, soleiðis at tey betur kunnu verða javnsett við føroysk lesandi í Danmark.