Føroyskir spælismiðir við ferðafrásøgn úr San Fransico

FT GameJam er ein árlig kapping, sum snýr seg um at framleiða eitt telduspæl frá grundini upp á 48 tímar. Vinnararnir af kappingini í fjør vunnu luttøku á heimsins størstu ráðstevnu fyri spælmenning, Game Developers Conference, GDC, í San Francisco, sum júst hevur verið. 

Vinnararnir í fjør gjørdust arbeiðsbólkurin Déja Vu, sum er mannaður av Harald í Kalvalið, Jógvan í Garði, Karsten T. Petersen, Birgir Matras Simonsen og Lív Eyðunsdóttir Drewsen.

Síðst í mars vóru tey í San Fransico til stóru ráðstevnuna, og tey hava dokumenterað ferðina og ráðstevnuna við videoupptøkum. Hygg at stutta filminum her:

##med2##

Déja Vu vunnu GameJam 2018 við spælinum Synth Tax við tí grundgeving at spælið var sera orginalt, nógvur framdráttur, góður spenningur, eitt gjøgnumhugsa konsept og dómarnir sóðu eisini góðar møguleikar, at koma út á heimsmarknaðin við hesum spælinum.