Øll kenna vit til allar hesar fløgurnar, sum eru uppsamlingsfløgur við nógvum av teimum best umtóktu løgunum kring knøttin. Nøvn sum Absolute Music, NOW og Let's Dance við einum nummari aftan fyri, liggja støðugt ovarlaga á tindunum yvir mest seldu fløgur her heima. Nú hava føroyingar so á fyrsta sinni givið út eina fløgu við nøkrum av teimum best umtóktu føroysku løgunum gjøgnum tíðirnar. Fløgan ber heitið, Komið øll við, og tað er Studio Pegasus í Klaksvík og Plátufelagið Tutl, ið standa fyri útgávuni.
Gamlir og nýggir slagarar
Tað er ein góð blanding av bæði gomlum og nýggjum slagarum, sum eru við á fløguni.
Elsta lagið á fløguni er Heimkoman hjá Faroe Boys frá 1964, men onnur gomul løg eru eisini við. Nevnast kann eitt nú Svarti Ravnur hjá Kræklingum frá 1976, Komið øll við hjá Straight Ahead er frá 1975, Bad Dream hjá Hjarnum er frá 1978 og Lisa hjá Harkaliðnum er frá 1970.
Millum tey nýggjaru løgini á fløguni eru Nakað Lort á Skeyk-fløguni, eins og Flakkarin sum íslendski bólkurin Papar við James Olsen á odda standa fyri.
Fyrsta lagið á fløguni er slagarin, Skúlin er livur, sum næmingar á Føroya Handilsskúla á Kambsdali av fyrstan tíð spældu inn í 1992. Í sambandi við útgávuna av hesi fløguna er lagið innspælt av nýggjum, og nú er tað ársins songrødd frá í fjør, Arnfríð Lützen úr Klaksvík, ið syngur lagið, meðan næmingar úr 9. og 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð syngja kór saman við Jógvani Hansen, sangara í Aria.
Ein familjufløga
Tá ið man hevur lurtað eftir fløguni, kemur ein til ta niðurstøðu, at her er talan um eina familjufløgu. Á fløguni eru fleiri løg, sum ung dáma sera væl at lurta eftir, og haraftrat eru tað eisini fleiri løg, sum foreldrini minnast frá teirra ungu døgum, tá ið tey sjálvi gingu í dans.
Hendan blandingin av bæði gomlum og nýggjum fløgum ger, at fløgan kann røkka út til ein breiðan part av Føroya fólki. Tær flestu av teimum uppsamlingsfløgum, sum vit kenna frá útheiminum, innihalda bert løg frá einum stuttum tíðarskeiði við bert tí eina slagnum av tónleiki, sum bert ein partur av fólkinum dámar.
Tað er Steintór Rasmussen, ið hevur savnað løgini saman, við hjálp frá Niclas Hera Jákupssyni. Fyri tí tøkniliga hava Finnur Hansen og Jónsvein Heinesen staðið.
Vónandi fer fløgan at fáa eina góða móttøku, so at ein onnur líknandi fløga kemur út, tí enn eru nógvir góðir slagarar eftir á goymslu, og tað er eisini avmarkað, hvussu nógv løg rúmast á eini fløgu.