Føroyskir skógir og náttúra í fokus

Mikudagin skipar Fróðskaparfelagið fyri fyrilestrarkvøldi, har ætlanin er at lýsa skógir og náttúrufatanir í Føroyum.

Hesin fyrilesturin verður hildin í sambandi við, at í 2011 verður kring allan heimin varpað ljós á heimsins skógir. ST-felagsskapurin hevur gjørt av at heiðra skógirnar í ár – í tí, tey kalla ”International Year of Forests”.

Eisini í Føroyum verður skipað fyri tiltaki, ið lýsir og viðger skógir og náttúrufatanir úr einum føroyskum, fakligum sjónarhorni.

Hetta fyrilestrarkvøldið byrjar klokkan 19 við einum fyrilestri, ið Tróndur Leivsson, landsskógarvørður á Umhvørvisstovuni kallar: ”Viðarvøkstur í Føroyum”. Eftir tað fer heimsspekingurin Jógvan Hansen, sum er kendur úr útvarpssendingini ”Filosoffarnir” at tosa um evnið: ”Náttúrusýni – millum fakta og virði”.

Eftir fyrilestrarnar verður høvið til kjak og spurningar.

(Mynd:wiberg.fo)