Verkfall
?Føroyskir sjómen fáa betri sømdir undir útlendskum flaggi, enn teir fáa við at sigla undir føroyskum flaggi.
Hetta staðfestir Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagi.
Samráðingarnar um at gera sáttmála fyri navigatørarnar, sum sigla við skipum í oljuvinnuni eru slitnaðar og verkfall er nú á økinum.
Stjóran í Thor í Hósvík, Gunnbjørn Joensen, sum hevur sjey veitingarkskip, sigur, at krøvini hjá Skipara- og Navigatørfelagnum eru so hørð, at hann skilir tey ikki.
Hann sigur, at Skipara- og Navigatørfelagið hevur tikið tað besta úr norska sáttmálanum og tað besta úr danska sáttmálin um og lagt krøvini saman og lagt tey fyri reiðararnar.
Hesum krøvum hava reiðararnir ongan møguleika at ganga á møti.
?Avleiðingin av støðuni er, at skip, sum skuldu undir føroyskt flagg í næstum, varð skrásett á San Vinsent ístaðin. Harafturat fara skip, sum eru undir føroyskum flaggi, nú undir útlendskt flagg. Og tað fer so aftur helst at føra við sær, at tey fara at verða mannað øðrvísi og sostatt fara føroyingar at missa størv umborð við tað, at fleiri útlendingar fara at sigla við.
Ikki verri fyri
Ellintur Abrahamsen váttar, at teir hava brúkt bæði danska og norska sáttmálan sum grundarlag fyri teirra krøvum.
Tó vísir hann aftur, at tað er ikki rætt, at krøvini eru løgd saman, áðrenn tey eru løgd fyri reiðarafelagið.
?Men støðan er tann, at danir sigla fyri nettolønir, tvs, at manningin betalir ikki skatt. Og tá ið vit so skulu til at rokna danskar nettolønir um til føroyskar bruttolønir, sum manningin skal betala skatt av, er tað skilligt, at tølini blíva nógv hægri.
Harumframt er tann danski sáttmálin bygdur á trýskiftisvakt, men vit høvdu gjørt eitt uppskot, sum gav okkum 12 tíma arbeiðsdag og tað er ein rættiligastórur munur.
Ellintur Abrahamsen sigur, at í Noreg eru bruttolønirnar nógv hægri enn tær donsku.
?Samanumtikið er niðurstøðan, at eru føroyskir sjómenn við fremmandum skipi, hava teir nógv meiri eftir, enn teir hava við føroyskum skipi.
Hann sigur, at tað, sum er avgerðandi, er, hvat menninir hava eftir tá ið skatturin er betaltur.
? Skipara- og Navigatørfelagið kann ikki góðtaka ein sáttmála, har menninir høvdu verið verri fyri, enn teir eru, nú teir sigla undir útlendskum flaggi.
?Vit ætla ikki at virka fyri, at Føroyar verða eitt hentleikaflagg til hýrur. Og veruleikin er, at føroysku sjómenn fáa munandi meiri við at sigla við skipum undir útlendskum flaggi, enn teir fáa við skipum undir føroyskum flaggi.
? Eru vit ikki kappingarfør á hesum økinum, er bara at ásanna tað. Og so er tað betri fyri teir, at teir sigla undir útlendskum flaggi.
Tí heldur hann, at talan er líka nógv um eitt politiskt mál, har spurningurin er, hvussu nógvan skatt føroyskir sjómenn skulu gjalda av hýruni.
? Vinningurin skal ikki liggja í, at manningarhýrurnar skulu lækkast niðurum støði aðrastaðni, leggur hann afturat.