Føroyskir sjúklingar verða nú koyrdir fyri einki

Hotel Tórshavn í Keypmannahavn skipar nú fyri ókeypis flutningi til sjúklingar og fylgjarar

 

 

Sjúklingar úr Føroyum, sum eru til serviðgerð í Danmark, og sum gista á sjúklingahotellinum, Tórshavn, verða nú koyrdir ókeypis ímillum hotellið og viðgerðarstaðið. Skipanin er eisini galdandi fyri fylgjarar hjá teimum, sum heilsuverkið hevur játtað at geva teimum við og rindar fyri.

 

Landssjúkrahúsið sigur, at tað er Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið, sum hevur tikið stig til hetta og sum keypt buss til endamálið. Bussurin hevur fingið navnið Sóljan.

 

Samstundis sum tey arbeiddu við hesi ætlanini, arbeiddi Landssjúkrahúsið eisini við at fáa skipaða koyring í lag, og úrslitið varð, at báðar ætlanirnar eru lagdar saman. Tað er ein føroyskur bilførari, sum koyrir bussin og koyrt verður frá klokkan 7.30 á morgni til klokkan 19 á kvøldið.

 

Higartil hava sjúklingarnir verið noyddir til at koyra við bussi og toki, ella við hýruvogni, ímillum hotellið og viðgerðarstaðið

 

Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn  er ein vælgerandi grunnur, sum hevur til endamáls at bøta um trivnaðin hjá føroyskum sjúklingum og teirra avvarðandi, eitt nú við at skipa fyri tiltøkum á Sjúklingahotellinum og túrum aðrastaðnis.

 

Annars eru tað fleiri fólk og felagsskapir, sum sjálvboðin gera eitt vælgerandi arbeiði fyri føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn, eitt nú føroyski presturin í Keypmannahavn, Brøðrasamkoman og Heimamissiónin, sum javnan skipa fyri fyri møtum og annars vitja teir.