Nú verða fleiri sløg av kannabis-heilivági góðkend í Føroyum.
Tað varð greitt, longu áðrenn fríggjadagin, tá ið Løgtingið samtykti eitt uppskot frá Jenis av Rana, løgtingsmanni fyri Miðflokkin, um at seta donsku royndarskipanina við kannabis-heilivági í gildi í Føroyum eisini.
Í sambandi við viðgerðina varð upplýst, at tað í Danmark hava tey seks sløg av kannabis-heilivági, sum ikki eru til taks hjá sjúklingum í Føroyum, tí tey eru ikki góðkend her.
Og Sirið Stenberg sigur, at er politiskur vilji til at fáa tey sløgini góðkend í Føroyum eisini, kann tað avgreiðast í eini handavending.
Og hon sigur, at hon hevur longu biðið landsapotekaran góðkenna hesi seks sløgini í Føroyum eisini, og hon væntar, at tað verður rættiliga skjótt, at tað verður avgreitt.
Men Løgtingið hevur annars samtykt, at danska royndarskipanin skal setast í gildi fyri Føroyar eisini, og Sirið Stenberg sigur, at hetta er ein spurningur, hon fer at umrøða við umsitingina í Heilsimálaráðnum, og tað fer hon at gera beinanvegin í næstu viku.
Men hon leggur afturat, at hon væntar ikki nakrar trupulleikar á hesum økjum. Men annars er tann heilivágurin, sum er við í donsku royndarskipanini, er tann sami, sum nú fer at verða góðkendur í Føroyum, sigur hon.
Tað hevur annars verið upplýst í Løgtinginum, at allir læknar í Føroyum kunnu geva sínum sjúklingum magistrelt gjørdan kannabis-heilivág. cannabisolju. At heilivágurin er gjørdur magistrelt, merkir, at hann er er gjørdur á einum apoteki til ein ávísan sjúkling.
Tað merkir, at allir læknar kunnu geva sjúklingum kannabis-heilivág fyri pínu, men tað eru serlæknarnir á økinum, sum eiga at umsita slíkan heilivág til sjúklingar við sklerosu og mønuskaða, og til sjúklingar, sum stríðast við vaml og ringa matarlyst í sambandi við krabbamein.
Ein uppgerð í Heilsuverkinum vísir, at tað verður heilt fitt av kannabis-heilivági brúkt í Føroyum og í fjør fingu 68 sjúklingar í Føroyum kannabis-heilivág frá serlæknum og kommunulæknum. Lutfalsliga er tað nógvar ferðir meiri enn í Danmark, at stívliga 1300 sjúklingar eru við í royndarskipanini, varð upplýst í Løgtinginum.
Men føroysku tølini svara til, at næstan 7000 danskir sjúklingar fingu kannabis-heilivág eftir royndarskipanini.
Í 2017 varð ein roynd gjørd, har 15 sjúklingar, sum lógu til tað síðsta, fingu kannabis-heilivág. Ellivu av teimum fingu gagn av heiliváginum, tí teir vóru ikki so ringir av vamlim høvdu ikki so ilt, og annars føldi seg betur yvirhøvur.
Hinvegin góvust fýra av sjúklingunum við kannabis-heiliváginum, tí hjáárinini vóru so nógv, og tí hann smakkaði so illa.
Í Føroyum eru tað serlæknar í pínuviðgerð, sum hava flestu sjúklingarnar, sum taka kannabis-heilivág, men tað eru eisini nakrir fáar kommunulæknar, aðrar læknar sum eisini geva sínum sjúklingum slíkan heilivág
Men sum heild eru tær flestu reseptirnar frá serlæknum í heilsuverkinum.
Men í flestu førum verður kannabis-heilivágur ikki royndur, fyrr enn allur møguligur annar heilivágur er royndur, uttan at tað vísir seg at hann hjálpir nevnivert, ella at hann hevur so hervilig hjáárin, at tað er ikki tað vert at brúka hann.