Føroyskir sálarfrøðingar skipa seg í felag

Sálarfrøðingar eru fámentur yrkisbólkur í Føroyum. Sammett við støðuna í grannalondunum, eru lutfalsliga fá størv innan sálafrøðiliga tænastu, í mun til fólkatalið. Hóast nakað av samstarvi hevur verið neyðugt um ávísar arbeiðsuppgávur, hevur enn ikki verið grundarlag fyri egnum, sjálvstøðugum felagi fyri henda yrkisbólk.

Vaksandi tørvur og eftirspurningur, eisini innan nýggj arbeiðsøki, hevur tó havt við sær at størvini nú eru vorðin nóg nógv í tali til slíkt felag. 24 september 1999 komu sálarfrøðingarnir fyri fyrstu ferð saman til fundar at umrøða felags áhugamál. Fleiri fundir vórðu hildnir eftir henda, og 30. november 1999 varð gjørt av at stovna eitt felag.

Stovnandi aðalfundur varð 10. januar 2000, har viðtøkur vórðu samtyktar um endamál og virki felagsins. Endamál nýggja felagsins er at røkja faklig áhugamál hjá føroyskum sálarfrøðingum, at fremja áhugan fyri sálarfrøði og økja kunnleikan um tann týdning fakið hevur, at skapa umstøður at fremja sálarfrøðiliga gransking og praktiskt virksemi, og at virka fyri at eftirútbúgvingin av sálarfrøðingum í Føroyum fylgir við altjóða menningini á økinum.

Ítøkilig virkisøki eru at fremja samstarv millum sálarfrøðingar og aðrar viðkomandi yrkisbólkar, samstarva við felagsskapir og stovnar í Føroyum og uttanlands, sum hava týdning fyri sálarfrøðiliga økið, skipa fyri felagsfundum og fáa í lag eftirútbúgvingarskeið fyri limir felagsins.

Hóast felagið umboðar limir sínar mótvegis teim myndugleikum og øðrum, sum hava ávirkan á virksemið hjá sálarfrøðingum, so verða lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá alment settum sálarfrøðingum framvegis sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi fakfelag.

Á aðalfundinum 10. januar 2000 valdu limirnir felagsnevnd, sum hevur skipað seg við Kára Leivsyni Petersen sum formanni, Hera Kragesteen sum næstformanni og Onnu Debes Hentze sum skrivara.

Ein tann fyrsta arbeiðsuppgáva hjá nýggju nevndini verður sáttmálin millum felagið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya um fíggjarligt ískoyti til sálarliga viðgerð, sum verður kunngjørdur í næstum.