Annika Olsen, landsstýriskvinna, er á fjúrtanda partsfundinum undir ST veðurlagssáttmálanum, sum í morgun varð settur í Poznan í Póllandi. Hon hevur boðið løgtingslimunum Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen við sær á fundin
Fjúrtandi partsfundurin undir ST veðurlagssáttmálanum varð í morgun settur í Poznan í Póllandi. Føroysk embætisfólk luttaka á fundinum og fyri fyrstu ferð fara eisini føroyskir politikkarar á altjóða veðurlagsfund.
Klokkan tíggju í morgun, setti harra Rachmat Witoelar, umhvørvisráðharri í Indonesia, fjúrtanda partsfundin um veðurlagssáttmálan í Poznan. Harra Maciej Nowicki, sum er polskur umhvørvisráðharri, varð valdur at stjórna fundinum.
Forsætisráðharrarnir í Póllandi og Danmark hildu eisini røðu undir setanini. Pólski forsætisráðharrin vísti í síni røðu á, at fíggjarkreppur koma og fara, og at tað nú krevur alheimssolidaritet at fyribyrgja stórar broytingar í veðurlagnum. Danski forsætisráðharrin vísti í síni røðu á, at hann er sannførdur um, at heimurin fer at vinna á fíggjarkreppuni í komandi árum, meðan umhvørviskreppan við alheimsupphiting ikki fer at hasa av eftir stuttari tíð. Tí mugu londini í felag seta sær langtíðar mál at minka CO2-útlátið. Forsætisráðharrin endaði sína røðu við at vísa á, at londini mugu semjast um eina felags búskaparliga vakstrarleið, sum ikki í sama mun sum fyrr er tengd at fossilum brennievnum.
Umleið 12 túsund fólk úr øllum heiminum eru í hesum døgum møtt til fundar í Poznan at samráðast um eina nýggja avtalu um minking av CO2-útlátinum, sum skal avloysa Kyoto-proto¬¬kollina. Miðað verður eftir, at nýggja avtalan verður samtykt á fimtanda partsfundi¬num í Keypmannahavn um eitt ár.
Úr Føroyum luttaka embætisfólk úr Innlendismálaráðnum, av Løgmansskrivstovuni og Umhvørvisstovuni sum partur av donsku sendinevndini. Fundurin varar í 12 dagar og vanligt er, at forsætisráðharrar, umhvørvisráðharrar og aðrir politikkarar møtast seinastu dagarnar at røða um politisk viðurskifti og fyri at finna politiskar semjur. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur boðið løgtingslimunum Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen við sær á fundin í døgunum 10.-12. desember.