Føroyskir politikarar tora ikki at taka teir avgerandi spurningarnar um, hvussu vit skulu skipa okkara samfelag framyvir, til viðgerar. Tað staðfesti Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, sum var framsøgumaður fyri Sambandsflokkin í gjár.
Hann sipaði til, at ongin torir at taka spurningin upp um, hvørjar tænastur, vit skulu hava framyvir og, hvussu tær skulu fíggjast.
Hann heldur, at hetta er ein stórur trupulleik fyri samfelagið og fyri samgonguna.
Hann staðfesti, at politikarar nokta blankt at tosa um at leggja skatt á fólk, men samstundis nokta teir eisini at laga almennu tænasturnar til fíggjarliga tilfeingið.
- Vit mugu koma burtur frá hesum samgongunum, har ein flokkur fær síni hjartamál ígjøgnum um at lækka skattir og ein annar flokkur fær síni hjartamál ígjøgnum um at økja um tær almennu tænasturnar, tí tað hongur ikki saman fíggjarliga.
Magni Laksáfoss sigur, at summir politikarar hava eina næstan átrúnaðarliga áskoðan á skatt og í føryskum politikki er tað heilt forboðið at tosa um ognarskatt og aðrar skattir.
Men samstundis vilja politikarar ikki viðgera ymist bygnaðarlig viðurskifti, hóast vit longu nú síggja avleiðingarnar av, at prísurin av almennum tænastum og inntøkurnar av skatti ikki hanga saman.
- Er tíðin ikki farin frá at hava so nógvar skúlar í landinum og er tíðin ikki farin frá at hava trý sjúkrahús í landinum? Hetta og nógvir aðrir bygnaðarligir spurningar, sleppa vit ikki undan at taka til viðgerðar men vit tora ikki at nerta við, sigur Magni Laksáfoss.