Eitt samstarv millum Injector Trawldoors og 14 onnur feløg hevur fingið altjóða umhvørvisvirðisløn fyri átakið um ?tað grøna skipið? Altjóða felagsskapurin, Sustainable Shipping, hevur kunngjørt, at eitt samtak við Injector Trawldoors A/S og 14 øðrum fyritøkum og stovnum hevur vunnið ársins umhvørvisvirðisløn.
Samtakið fær altjóða viðurkenningina fyri felags ætlanina, Framtíðarinnar Grøna Skip. Eitt endamálið við ætlanini hjá Injector Trawldoors A/S og hinum fyritøkunum er at skerja CO2-útlátið frá skipum við 30 prosentum. Eisini fatar ætlanin um at fáa skip at dálka 90 prosent minni við eitt nú køvievni og svávuli.
Á umhvørvisráðstevnuni, COP15, sum verður í Keypmannahavn seinni í ár, fer samtakið, sum Injector er partur av, at sýna fram síni úrslit.