Meiri enn helmingurin av lærarunum í føroyska fólkaskúlanum líða av strongd Tað skrivar Skúlablaðið út frá einari kanning, sum Annbjørg Abrahamsen hevur gjørt í sambandi við sína sálarfrøðiútbúgving.
Kanningin vísir, at lærararnir halda arbeiðsbyrðuna vera ov stóra, og at tey, sum hava mestu ábyrgd innan fólkaskúlan, eru minst strongd. Skúlaleiðarar og varaskúlaleiðarar eru minst strongdir, flokslærarar næstminst, meðan tað eru lærarar, við minst ábyrgdini, sum eru mest strongdir.
51,7 prosent av lærarunum, sum arbeiða í fólkaskúlanum, vóru við í kanningini, sum umfataði 365 lærarar, skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstalærarar og fólk uttan fólkaskúlalæraraútbúgving, sum arbeiða í fólkaskúlanum.