Vinnuhúsið hevur gjørt eina kanning av nøgdseminum hjá føroysku arbeiðsmegini. Samanumtikið er føroyski løntakarin væl nøgdur
Í januar 2008 gjørdi Vinnuhúsið avtalu við Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning um eina kanning av motivatiónsfaktorunum hjá løntakarum innan privata arbeiðsmarknaðin á landi. Orsøkin til at Vinnuhúsið ynskti hesa kanning var, at sera stór kapping var um arbeiðsmegina inntil miðskeiðis í 2008. Arbeiðsgevararar kappaðust uttan at vita, hvat løntakarar í veruleikanum mettu hava týdning fyri setanina, og tí varð lønin ofta brúkt til at tiltrekkja arbeiðsmegina.
- Vit høvdu tó ein varhuga av, at hetta ikki var týdningarmesta kappingarparametrið, sigur Vinnuhúsið.
Kanningin er avmarkað til privata arbeiðsmarknaðin á landi og varð gjørd í august 2008, tá spurnarbløð vórðu send til gott 3200 løntakarar. Tíðirnar og soleiðis eisini støðan á arbeiðsmarknaðinum eru munandi broyttar síðan august 2008. Tað er tó framvegis okkara meting, at samlaða úrslitið í kanningini er eftirfarandi.
Kanningin og úrslitini av henni eru samanberilig við líknandi kanningar í londunum kring okkum. Tað hevur ikki borið til at samanborið við aðrar partar av føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí ongin tílík kanning er áður gjørd í Føroyum.
- Motivatiónin verður í hesi kanning máld eftir nøgdsemi og tilknýti til arbeiðsplássi. Samanumtikið vísir kanningin, at føroyskir løntakarar eru eins nøgdir og føla eins tætt tilknýti til arbeiðsplássið, sum løntakarar í Danmark, sum annars eru ovarlaga í altjóða samanberingum innan økið.