Føroyskir jugoslavar í Týsklandi

Teir báðir jugoslavarnir, Ninoslav Milenkovic og Velibor Kopunovic royna seg nú í týskum fótbólti

Seinastu árini hevur talið av útlendingum í føroyskum fótbólti verið alsamt hækkandi.

Nakrir av hesum útlendingum støðast rættuliga væl, meðan aðrir bert eru her eitt ár ella so, fyri síðani at royna aðrar leiðir.

Tveir av hesum seinnu nevndu eru teir báðir, Velibor Kopunovic og Ninoslav Milenkovic, sum báðir hava roynt seg í føroyskum fótbólti.

Velibor kom henda vegin saman við táverandi VB venjaranum, Tomislav Sivic, tá hesin kom til landið í 1996. Ninoslav hevur roynt seg í føroysku kappingini seinastu tvey árini, har hann hevur verið fastur fúsur á B36 liðnum, eisini við Tomislav Sivic sum venjara.

Eftir at teir eru farnir úr Føroyum, hevur lítið verið at hoyrt til teir, men nú hevur ein vakin lesari funnið nøvn teirra á heimasíðuni hjá týska liðnum Dynamo Dresden.

Dynamo Dresden liggur í løtuni á 12. plássi í regionalliguni fyri landnyrðingspartin av Týsklandi.