Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú afturkallað eitt slag av gulli- og silvurdusti, sum er selt í Føroyum sum matvøra.
Vøran er seld í Føroyum í mars mánaðim, men nú heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum hava keypt hetta slagi av gull- og silvurdusti, um at beina tað burtur, ella at bera tað aftur í handlarnar.
Talan er um "Kilic guldstøv" í plastpostum.? Nettovektin er 0,5 gramm, ?EAN nummarið er 5706920144057?við øllum lot nummarum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at kanningar hava víst, at tilfarið, sum er brúkt til gull- og silvurdustið, er ikki er hóskandi mannaføði.
- Gulldustið er gjørt úr kopari og zinki, og sylvurdustið er gjørtav aluminium, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.










