Føroyskir elektrikarar hava gott orð á sær í oljuvinnuni

Pam Offshore Service hevur í løtuni 49 elektrikarar í Noregi, og stjórin í dóttirfelagnum hjá Tórshavnar Skipasmiðju, Magnus Magnussen, sigur, at felagið hevur fingið ógvuliga góðar og positivar afturmeldingar úr Noregi

Oljuvinna

Føroysku elektrikararnir, sum Aker Kværner Elektro í Noreg leigar frá føroyska felagnum, Pam Offshore Service, eru væl nøgdir við umstøðurnar, teir hava í Noregi.
Menninir arbeiða 12 tímar um døgnið í 14 dagar, og síðan hava teir frí í tríggjar vikur. Pam rindar ferð og ferðaútreiðslur, men sjálv ferðatíðin fer burtur av teimum trimum vikunum, menninir hava frí.
Tá ið teir 14 arbeiðsdagarnir eru av, fara menninir av arbeiðsplássinum um morgunin og eru heima í Føroyum um kvøldið. Á veg yvir aftur til Noregs, er neyðugt hjá teimum at sova eina nátt á hotelli í Stavanger, haðani teir fara víðari til arbeiðsplássið.
Magnus Magnussen, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sum eigur dóttirfelagið, Pam Offshore Service, sigur, at flestu elektrikararnir, sum felagið leigar út, arbeiða við Snøvit-projektinum á oynni, Melkøya, sum liggur uttanfyri Hammerfest.
- Men vit hava eisini nakrar elektrikarar, sum arbeiða við projektinum, Orminum Langa, sum liggur nær Molde.
Magnus sigur, at aftrat elektrikarunum, hevur felagið leigað út onkran verkfrøðing, sveisara og onkran arbeiðsmann.
Virksemið hjá Pam Offshore Service byrjaði í 1997, men tað er serliga seinastu tíðina, at virksemið í Noregi er nógv vaksið, og í løtuni hevur felagið fleiri elektrikarar útleigaðar enn nakrantíð áður.

Góðar afturmeldingar
- Vit hava fingið nógvar góðar og positivar afturmeldingar frá norðmonnum um føroysku arbeiðsmegina í Noregi.
Magnus sigur, at føroyingarnir eru góðir og fleksiblir arbeiðsmenn, sum hava gott orð á sær sum raskir og dugnaligir.
- Eg trúgvi, at fleksibiliteturin partvís stavar frá, at føroyingar eru siglandi tjóð - og at familjan er von við, at menn eru burtur og vinna sær livibreyð.
Hann vísir á, at tað hevur gingið rímiliga væl hjá Pam Offshore Service at fáa fólk til tað nógva arbeiði í Noregi.
- Vit hava bara einaferð lýst eftir fólki, men nú er tað næstan ikki dagur, at fólk ikki ringja og spyrja seg fyri, sigur Magnus Magnussen, stjóri, at enda.
Føroyingarnir, sum Pam Offshore Service leigar norðmonnum, eru væl nøgdir við inntøkuna og umstøðurnar í Noregi.
Umsitingarleiðari á skrivstovuni hjá Magnusi Magnussen er Anja Jacobsen.