Føroyskir dreingir eru spælisjúkast í Europa

Føroyskir dreingir eru europameistarar í at nýta tíð til telduspøl. Gentur brúka meira tíð til sosialar miðlar

Føroyskir dreingir í 15-16 ára aldri eru í europeiska toppinum, tá ið tað kemur til at brúka tíð til telduspøl. Gentur brúka meira tíð til sosialar miðlar.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD) hevur gjørt. Kanningin, sum hevur verið gjørd regluliga síðani 1995, skal greina støðuna viðvíkjandi eitt nú alkoholi, tubbaki, rúsevnum og gaming hjá teimum ungu í Europa. 36 lond vóru við í kanningini, sum í fjør varð gjørd millum næmingar í 9. flokki – tað vil siga millum ungfólk í 15-16 ára aldri. 

Í Føroyum hevur Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu staðið fyri kanningini, og í mars og apríl í fjør svaraðu 511 næmingar í 9. flokki – tað er 82 prosent av øllum næmingum í 9. flokki – spurningum.

Ein av spurningum var um, hvussu nógva tíð tey ungu brúktu til at spæla telduspøl ein vanligan gerandisdag. Fjórði hvør føroyskur drongur – tað er 25 prosent – svaraði, at hann í miðal brúkti meira enn 6 tímar um dagin til telduspøl. Vikuskiftisdagar brúktu heili 39 prosent av dreingjunum meira enn 6 tímar um dagin til at spæla telduspøl.

Einki annað europeiskt land var í nánd av slíkum tali. Í Estlandi svaraðu 15 prosent av dreingjunum, at teir spældu telduspøl meira enn seks tímar ein gerandisdag, og tað var næsthægsta talið. Bert 5 prosent av dreingjunum í Slovenia spældu telduspæl meira enn seks tímar ein gerandisdag. 

Støðan millum føroyskar gentur var ein heilt onnur, tí bert 2,7 prosent av gentunum svaraðu, at tær spældu telduspøl meira enn 6 tímar ein gerandisdag, og tær spældu enn minni ein vikuskiftisdag. Sambært kanningini spæla dreingir sum heild meira telduspøl enn gentur kring alt Europa. 

Hinvegin eru føroysku genturnar raskari at brúka tíð til sosialar miðlar. 23 prosent av gentunum í kanningini svaraðu, at tær í miðal høvdu brúkt meira enn 6 tímar um dagin til sosialar miðlar gerandisdagar seinastu vikuna. 16 prosent av føroysku dreingjunum høvdu brúkt meira enn 6 tímar um dagin til sosialar miðlar. Vikuskiftisdagar brúktu 39 prosent av gentunum meira enn 6 tímar um dagin til sosialar miðlar – fyri dreingir var talið 25 prosent.