Føroyskir dómarar til Spania

Fótbóltur: Um góðar tvær vikur fara fýra føroyskir dómarar og hjálpardómarar til Spania, har teir sum liður í fyrireikingum til komandi kappingarár skulu leiða dystir á einari venjingarlegu í La Manga. Petur Reinert skal leiða stórdystin ímillum FCK og Shakhtar Donetsk.

Tað, at kappingarárið í fótbólti er av, merkir ikki, at dómarar hava feriu. Tvørturímóti. Teir venja hart fyri at halda heilsustøðuni við líka, og tá ið nærkast kappingarárinum leiða teir nakrar venjingardystir fyri at koma í dystarvenjing aftur. Einamest er talan um venjingardystir millum feløgini her heima á klettunum, men góða samstarvið hjá Fótbóltssambandi Føroya við onnur fótbóltssambond kastar eisini nakrar venjingardystir uttanlands av sær.

La Manga
Við eysturstrondina sunnaliga í Spania liggur La Manga. Eitt kent feriustað, sum í grundini ikki er ein býur, men eitt 22 km langt øki við býin Murcia. Á staðnum finnast fleiri skúlar innan siglingarítrótt, men tað, ið sermerkir staðið, er fótbóltur. Ikki tí at La Manga hevur nakað væla fótbóltsfelag, men hinvegin tí at staðið hevur sera gott umdømi millum fótbóltsfeløg kring heimin og megnar á hvørjum ári at draga fleiri stórfeløg at sær. Hesaferð eru lið sum FCK, Shaktar Donetsk, Molde, Rosenborg, Aberdeen, Spartak Moskva og IFK Gøteborg við, og millum teir, ið sum dómarar skulu halda skil á dystunum í kappingini, eru fýra føroyingar.

Føroyskir dómarar
Føroyska fótbóltskappingin nærkast í stórum og eru fyrstu venjingardystirnir longu farnir í gongd. Hetta merkir samstundis, at dómararnir eru komnir langt í fyrireikingunum til kappingarárið, ið stendur fyri durum, og er tað eisini í tí sambandi, at Petur Reinert og Dagfinn Forná sum dómarar og Jens Albert Simonsen og Thorvald J. Petersen sum hjálpardómarar skulu til La Manga at leiða nakrar dystir í Copa del Sol, sum kappingin eitur.
Talan er um eina árliga afturvendandi kapping, sum hevur 12 luttakandi feløg. Umframt nøkur donsk og norsk feløg, so eru stór feløg sum Spartak Moskva og Shaktar Donetsk við, og hesaferð er eisini talan um eitt nýtt stórt felag, ið verður við. Nevniliga russiska ríkmannafelagið FC Anzhi Makhachkala, sum eitt nú hevur kend nøvn sum Roberto Carlos, Samuel Eto'o og Yuri Zhirkov í hópinum. Nevnast kann, at Samuel Eto'o er nógv best lønti leikarin í heiminum í løtuni.

Fyrireiking
Sum liður í fyrireiking til komandi kappingarár skulu teir fýra luttaka sum dómarar í hesi stóru kappingini. Á ferðini sleppa teir at døma dystir, ið eru væl omanfyri støðið, sum teir til dagligt døma í Føroyum. Og sambært føroyska dómaraleiðaranum, so hava slíkar uppgávur nógv at siga fyri teir.
- Hetta hevur nógv at siga. Fyri tað fyrsta, so er tað teimum ein stór avbjóðing at døma hesi liðini. Tað, at teir sleppa at døma slík lið og dystir við høgari leikferð, hevur nógv at siga og gevur teimum góðar royndir, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari, og leggur afturat, at hetta sálarliga eisini hevur ein stóran týdning.
- Tað, at teir fáa góð upplivilsi, kastar eina góða eggjan av sær, og ert tú eggjaður til at døma, so er alt nógv lættari, vísir Lassin á.

Annað enn tað dagliga
Fótbóltssamband Føroya hevur seinastu árini arbeitt nógv við at senda dómarar av landinum, og eitt nú við góðum samstarvi við onnur fótbóltssambond, hevur hetta eydnast væl.