Føroyskir arbeiðsgevarar skulu fanga lesandi í Keypmannahavn

Í morgin verður høvi hjá føroyskum lesandi í Keypmannahavn at hitta føroyskar arbeiðsgevarar

Í morgin - leygardagin 21. Apríl - verður ráðstevnan “Kom og fanga okkum”, sum Meginfelag Føroyskra Studenta skipar fyri á Norðuratlants bryggjuni í Keypmannahavn.

 

Á ráðstevnuni verður møguleiki lesandi at fanga arbeiðsgevarar, ið á ein ella annan hátt hava føroyskt tilknýti. Umvent verður eisini møguleiki hjá arbeiðsgevarum at fanga tey mongu føroysku lesandi, ið húsast í Danmark. Eisini fer umboð fyri Fróðskaparsetrið at greiða frá um Master útbúgvingarnar á Setrinum.

 

Á ráðstevnuni luttaka 25 fyritøkur og stovnar frá tí almennu og privatu vinnuni. MFS hevur lagt seg eftir at hava okkurt til allar málbólkar, soleiðis at so nógv lesandi og so nógvir arbeiðsgevarar sum gjørligt kunnu fanga tey røttu fólkini.

 

Skráin til tiltakið í morgin:

11:00 MFS bjóðar vælkomin

11:05 Aksel V. Johannesen, Løgmaður, setur stevnuna

11:15 Møguleiki fyri at taka CV myndir

12:30 Ábit

13:00 Elinborg Pálsdóttir spælir tónleik

14:00 Íblástur til umsókn og setanarsamrøðu við Bergtóru Høgnadóttir

16:00 Liðugt

 

Fyritøkurnar, ið vera við á stevnuni ”Kom og fanga okkum” eru:

Almannaverkið, Als, Articon, Atlantic Airways, Bank Nordik, Elektron, Formula, Fróðskaparsetrið, Hey, Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, Klaksvíkar kommuna, Klintra, KVF, Landssjúkrahúsið, Landsverk, LBF, Posta, SEV, SMJ, SNA, Taks, Tjóðveldi, Tórshavnar kommuna, Uttanríkis- og vinnumálaráðið.