Fyri knapt tveimum árum síðan varð partafelag sett á stovn við tí endamáli, at seta á stovn ein føroyskan løggildaðan (autoriseraðan) virðisbrævamarknað soleiðis, at føroyskar fyritøkur kundu skráseta seg og fáa kapital á henda hátt, og soleiðis at føroyingar, stovnar, fyritøkur v.m. fingu høvi, at gera íløgur í føroyskt vinnulív, heldur enn at seta pening í banka ella í útlendskar íløgur o.a. Viðtøkurnar fyri partafelagið vórðu tó seinni broyttar soleiðis, at tað ikki varð neyðugt fyri partafelagið at seta á stovn føroyskan virðisbrævamarknað, men kundi partafelagið eitt nú heldur skipa fyri samstarvsavtalu við útlendskan virðisbrævamarknað. Hetta gav møguleika fyri tí loysn, ið er vald í dag.
Løggildað marknaðarpláss
Tá tosað hevur verið um at seta á stovn ein føroyskan virðisbrævamarknað, hevur møguleikin við at skipa hann sum eitt sokallað »løggildað marknaðarpláss« verið sera viðkomandi. Hetta er ein mini-útgáva av einum stórum virðisbrævamarknaði. Eitt nú verða minni krøv sett til fyritøkur, ið ynskja at skráseta seg á tílíkum virðisbrævamarknaði enn á einum stórum virðisbrævamarknaði, og er hetta neyðugt, um fleiri føroyskar fyritøkur skulu verða skrásettar á virðisbrævamarknaðinum.
Lítil marknaður
? men stóran týdning
Ein tílíkur føroyskur virðisbrævamarknaður vildi verið lítil í altjóða høpi, men kundi fingið stóran týdning fyri føroyska virðisbrævamentan, fyri føroyskar fyritøkur, ið ynskja at fáa meira kapital, eins væl og fyri persónar, stovnar v.m., ið ynskja at gera íløgur í føroyskt vinnulív.
Føroyska uppsparingin er stór í løtuni og vildi ein føroyskur virðisbrævamarknaður uttan iva týtt, at væl størri partur av tí peningi, sum í løtuni »svevur« í bankum, sparikassum og tryggingarfeløgum, sum uppsparing og íløgur uttanlands ? vildið »vaknað« í føroyskum høpi, og verið nýttur sum íløga í føroyskt vinnulív.
Nevnast kann somuleiðis, at samgongan hevur ynskt, at nýta ein virðisbrævamarknað til at einskilja eitt nú Føroya Fiskavirking orsaka av, at søla á henda hátt tryggjar greiðar mannagongdir, fult gjøgnumskygni, at øll fáa møguleika at bjóða, at selt verður til marknaðarprís v.m.
Íslendska loysnin
? ein føroysk heimasíða
Men hóast vit hava møguleika fyri, at skipa okkara egna føroyska virðisbrævamarknað ? tó undir danskari lóggávu í fyrsta umfari ? sum síðan kundi samstarvað við útlendskar virðisbrævamarknaðir, so varð onnur loysn vald. Á komandi »føroyska« virðisbrævamarknaðinum fara føroyskar fyritøkur, at kunna skráseta seg á íslendska virðisbrævamarknaðinum, eins og føroyingar fáa høvi til, at keypa og selja partabrøv á íslendska marknaðinum. Hetta hava føroyingar og føroyskar fyritøkur eisini møguleika fyri í dag, men munurin er, at tað í næstum verður møguligt umvegis eina føroyska heimasíðu.
Tað einasta sum verður føroyskt við »føroyska virðisbrævamarknaðinum« verður sostatt heimasíðan.
Óvirðilig loysn
Havandi í huga, at tað er eitt partafelag ? har stórur partur av landsins størstu feløgum og fyritøkum eru partaeigarar ? ið skal reka komandi virðisbrævamarknaðin, er ein orsøk til at íslendska loysnin varð vald óivað, at henda skipan er bíligast og lættast at reka fyri partafelagið.
Tað hevið tó verið ynskiligt, um hægri mál vórðu sett, og at størri dentur varð lagdur á, at vit í Føroyum eiga at skipa egnan føroyskan virðisbrævamarknað m.a., fyri at byggja upp vitan og førleika á økinum soleiðis, at Føroyar ? eins og øll onnur framkomin lond ? kunnu verða skipaðar og framkomnar eisini á virðisbrævaøkinum ? hóast talan er um ein lítlan marknað.
Ætlanin við, at kalla tað, at føroyingar fáa møguleika fyri, at gera íløgur, skráseta fyritøkur v.m. á íslendska virðisbrævamarknaðinum umvegis eina føroyska heimasíðu fyri ein »føroyskan virðisbrævamarknað«, er eftir mínum tykki ein óvirðilig loysn og átti at verið umhugsað, hvørt tað er rætt, at kalla íslendsku loysnina fyri ein føroyskan virðisbrævamarknað.
Menna einar sjálvstøðugar Føroyar
Vit eiga støðugt at menna samfelag okkara til at gerast enn meira framkomið og sjálvstøðugt, og ein liður í hesi menning er, at seta á stovn egnan virðisbrævamarknað, ið vil fremja einar dynamiskar og produktivar Føroyar og harvið fremja økt virksemi, virðir og vælferð í Føroyum.
Vónandi verður núverandi ætlan, ið er, at gera ein komandi føroyskan virðisbrævamarknað íslendskan, løgd til síðis, til frama fyri at skipa ein veruligan føroyskan virðisbrævamarknað.