Eg og ein veninda gingu báðar við stórum eygum á Ólavsøku í fjør. Báðar vóru komnar til Føroyar fyri nøkrum døgum síðani, og skiltu, at okkara jakkar og blusir vóru ikki serliga trendy á havnargøtum. Nei, her var tað ein maskinbundin troyggja við lynlásið á vinstru øksl og einum flaggi á høgru ermu, sum var plaggið við stórum P.
»Skilja tey ikki, hvussu kiksað tað er, tá øll eru líka?« spurdi venindan.
»Nei, rokni ikki við tí, eftirsum øll gera tað« gitti eg.
Báðar lovaðu, at hóast vit eru føroyingar, skulu vit so ongantíð lata okkum í hesi pløggini. Fy for den, at blíva nr 15.001, sum hevur eina stjørnutroyggju liggjandi í klædnaskápinum.
Venindan fór aftur til Svøríkis, og eg bleiv verðandi í Føroyum. Hon helt lyftið, men hjá mær er verri... Sonurin fekk eina maskinbundna »Tjóðveldistroyggju« við lynlási og flaggi í jólagávu, og er hann baaaarasta so sjeikaligur heldur mamma hansara, og letur hann stolt í hana.
Stjørnutroyggjan er eisini ávegis. Ein veninda hevur fingið til uppgávu at binda eina hvíta við myrkum stjørnum til mammuna...
So har fór lyftið!
Ein starvsfelagið hevur forrestin eina teori um, hví vit gera hetta. Sambært henni dámar føroyingum væl at vera originalir, men teir tora ikki ordiliga og mangla fantasi. Tí bíða teir eftir at síggja, hvat hini gera og enda so við at vera »originalir« uppá ein sera óoriginalan máta, tí úrslitið er, at 15.000 kvinnur ganga í somu troyggju í einum pinkulítlum landi... Meeen tað er okey, tí tað vita tey ikki av uttanlands, so har kunnu vit ganga og skora "original" poeng.
Hon meinar eisini, at eitt útlendskt, blátt stempul er vigtigt. Tí tað var ikki fyrr ein ein donsk filmsstjørna dukkaði upp í stjørnutroyggjuni, at hon av álvara bleiv populer í Føroyum.
Eg gleði meg til venindan er liðug við mína stjørnutroyggju. Eg veit, at eg verið enn ein hermaður í óoriginala stjørnuherinum, men tað leggi eg onki í... 15.000 føroyskar kvinnur undan mær kunnu faktiskt ikki takað feil.











