Seinasti ringurin laksi við føroyskari stammu, hevur gingið á Skálafjørðinum í einum ringi hjá Bakkafrost. Lítið hevur verið gjørt við tann føroyska laksin síðan 2008, tá alifeløgini fóru frá at nýta rogn, við vórðu framleidd í Føroyum, til at nýta rogn úr Norra og Íslandi.
So við og við er nøgdin minkað og til endans var ein ringur eftir við 15,000 laksum í, sum hevur gingið á Skálafjørðinum.
Tað hevur verið tosa nógv um hvat skal gerast við hesar seinastu laksarnar av føroyskum uppruna. Bakkafrost tók eina avgerð í 2013 um at royna at bjarga tí seinasta, sum eftir var.
Nú er avgerð so tikin um at fyribils skal laksurin ganga á Lívsfiskastøðini í Skopun. Tað er eitt úrslit av einum samstarvi millum Fiskaaling og Bakkafrost.
Júst hvat skal gerast við laksin framyvir, er tó ikki avgjørt. Við hesum er tó enn møguligt at arbeiða víðari við at menna tann føroyska laksin.
Í mars mánaða høvdu vit eina samrøðu við stjóran í Bakkafrost, Regin Jacobsen, um tann føroyska laksin. Hann nevndi tá, at tað var vert at hava í huga, at tann føroyska stamman er ein, sum vit hava rættindi til og ikki tað, at hann var uppruna føroyskur sum so. Brotið niðanfyri, ið er úr samrøðuni,sigur eitt sindur um hvat tann føroyska stamman er:
Regin Jacobsen vísir á, at Fiskaaling framleiddi rogn fram til 2008, grundað á eina stammu, sum mann sjálvur átti rættindi yvir. Tað er tað, ið vit at kalla tann føroyska stamman. Regin Jacobsen sigur, at í grundini eru allur laksur frá somu stammu og í tann mun kann mann illa tosa um norsk og føroysk rogn, men mann eigur heldur at tosa um, hvørja stammu mann eigur rættin yvir og sum mann arbeiðir við.
- Tann stamman, sum vit hava arbeitt við í Føroyum, er ein sum vit hava havt rættin yvir í Føroyum. Í 2008 fer mann frá henni og at brúka hana hjá Salmobreed. Fiskaaling bleiv tá framleiðslufelag við rognum úr Norra. Tann einasti fiskurin, sum er eftir við teimum genunum, sum vit í Føroyum eiga rættindini yvir, við tí ”føroysku” stammuni, eru tveir ringar inni á Skálafjørðinum við 15,000 laksum. Við teimum hava vit møguleikan at fara aftur til tað stammuna, sum vit hava rættindini uppá. So tað ber til at fara aftur, sigur Regin Jacobsen.










