Árini 2007 til 2011 minkaði føroyski fiskiskipaflotin við tilsamans 16 skipum. Tá eru ikki smáir og stórir útróðrarbátar taldir við.
Tað er serliga línuskipaflotin, sum hesi árini er nógv minkaður. Í 2007 høvdu vit 24 línuskip, men í 2011 vóru hesi bert 17 í tali. Næst størsta minkingin sæst millum lemmatrolarar. Hesir vóru 12 í tali í 2007, men í 2011 vóru bert sjey lemmatrolarar eftir.
Í 2011 vóru bert tvey rækjuskip í vinnu, og í 2007 vóru skipini trý í tali. Høvdu vit farið longur aftur í tíðina, høvdu sæð eina stóra minking í rækjuskipaflotanum.
Partrolaraflotin er hin sami í tali, sum hann var í 2007. Bæði í 2007 og í 2011 eru partrolararnir 24 í tali.
Tað er grannskoðarafyritøkan Nota, sum hevur hesi tøl við í sínari roknskapargreining.
Men tað er ikki bara talið av fiskiskipum, sum er nógv minkað seinnu árini. Talið av ársverkum í fiskiskipavinnuni er eisini nógv minkað, og tað fara vit at venda aftur til í aðrari grein á Portalinum.