Fiskifloti
Føroyski fiskiskipaflotin er 28 ára gamal í miðal. Vit hava einki at samanbera við, men tað skerst ikki burtur, at okkara floti er eldri, enn flestu munnu geva sær far um - ja, kanska nógv eldri enn tað.
Garnaskip elst
Elstu skipini í fiskiflotanum eru garnaskipini við heili 41 árum í miðal. Fleiri av hesum skipum hava áður verið í øðrum vinnum og eru umbygd til garnaveiði.
Vit kunnu taka eitt tilvildarligt garnaskip, sum áður var kenda saltfiskaskipið Hans Erik.
Hans Erik er smíðaður á Skála Skipasmiðju í 1969, og hóast hann soleiðis er út við 40 ára gamalur, er skipið nýggjari enn miðal.
Hóast høga aldurin, taldist manningin á Nim fyri nøkrum árum síðan millum tær manningar, sum stóðu fyri størstu inntøkunum.
Tað er tí minni enn so altíð, at aldurin sigur nakað um, hvussu inntøkan vignast. Hinvegin má roknast við, at manningarumstøðurnar umborð á nýggjari skipunum eru betri.
Flestu skip eru tó umbygd og summi fleiri ferðir, og her hevur ikki minst verið hugsað um umstøðurnar hjá manningini.
Gomul línuskip
Línuskipini, sum hava teir flestu fiskimenninar umborð, eru næst elst í røðini av skipabólkum í fiskiflotanum.
Miðalaldurin hjá línuskipum er 37 ár, men hesi eru tey flestu umbygd við nógv bøttum umstøðum hjá manningunum.
Línuflotin hevði eitt sera gott ár í 2003, og onnur ár hava eisini vignast rímiliga væl. Hetta hevur gjørt, at reiðarar fóru at brúka pening upp á umbyggingar, sum so aftur hevur elvt til, at samlaða skuldin er vaksin.
Nú gongur tó verri hjá hesum skipabólki, og í dag hevði eingin peningur verið til umbyggingar og nútímansgerð av okkara línuskipaflota.
Aðrir skipabólkar
Verksmiðjuskipini eru nýggjastu skipini í okkara fiskiflota, og teimum á baki koma pelagisku skipini.
Verksmiðjuskipini eru í miðal 15 ára gomul og pelagisku skipini 16.
Trið nýggjastu skipini í flotanum eru rækjuskipini, sum eru 19 ára gomul í miðal.
Í løtuni verða tvey nýggj skip smíðað til pelagisku vinnuna; annað er ein nýggj Norðborg, hitt ein nýggjur Tróndur í Gøtu.
Tá nýggju pelagisku skipini eru komin í flotan, fer miðalaldurin í hesum skipabólki at lækka munandi, tí hesi skip eru ikki so mong í tali.
Aldurin hjá okkara partrolarum og lemmatrolarum er nøkulunda hin sami.
Lemmatrolararnir eru 25 ár í miðal og partrolararnir 23 ár.