Føroyski búskapurin er ikki ljósareyður

JÁTTANARKARMAR Tað stendur slett ikki so fantastiska væl til í Føroyum, sum, løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, siga

- Støðan í Føroyum er yvirhøvur ikki so ljósareyð, sum samgongan vil gera hana til.
Tað er fyrsta viðmerkingin frá Aksel V. Johannesen, formanni Javnaðarfloksins, nú samgongan hevur almannakunngjørt, hvussu føroyska samfelagið skal rekast hesi næstu árini.
Í morgun hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kunngjørt, hvussu samgongan ætlar, at samfelagið skal rekast hesi næstu árini.

Hallið veksur
Aksel V. Johannesen er ikki samdur í, at tað stendur so væl til, sum samgongan roynir at geva almenninginum eina fatan av.
- Nýggjastu metingarnar vísa, at í fjør varð hallið á fíggjarlógini størri enn tað var í 2011, hóast landskassin fekk 150 milliónir í serligum inntøkum í sambandi við, at Havsbrún varð selt, og hóast at pensjónir nú verða skattaðar við inngjald.
- Fyri einum ári síðani samtykti Løgtingið ein fíggjarkarm, sum segði, at næsta ár skuldi hallið á fíggjarlógini vera 153 milliónir krónir.
Men eftir nýggju ætlanini, samgongan hevur lagt fram í morgun, verður hallið næsta ár 82 milliónir hægri, ella 235 milliónir krónur.
- Hetta vísir, at støðan er stak vánalig í Føroyum og at hon slett ikki er so góð, sum samongan roynir at føra fram.

Spara okkum til javnvág
Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir á, at Búskaparráðið staðfestir, at tað eru inntøkurnar hjá landskassanum, sum svíkja.
- Hóast tað eru víkjandi inntøkur, sum eru høvuðstrupulleikin, leggur samgongan størsta dentin á at tálma útreiðslunum.
- Tað sær út til, at samgongan heldur, at vit skulu spara okkum burtur úr trupulleikanum, leggur hann afturat.
Av tí sama hevur hann onki álit á, at tað fer at eydnast samgonguni at røkka málinum um, at javnvág skal vera á fíggjarlógini í 2016.
- Samgongan heldur fast um, at vit skulu spara okkum til javnvág á fíggjarlógini.
- Hinvegin eru tær størstu sparingarnar fluttar til 2016 – aftan á at løgtingsval hevur verið.
- Ætlanin er at spara 175 milliónir tey næstu trý árini. Men tað verður tað komandi Løgtingið, sum skal arva tað síðstu, stóru sparingina upp á heilar 104 milliónir krónur, sum skal fremjast í 2016.
- Tað sær ikki mætari út enn, at samgongan ræðist sítt egna barn og ikki torir at fremja sín egna politikk í verki, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

Størsta varsemi
Samstundis er hann stórliga ivingarsamur um endamálið hjá samgonguni at útveita fleiri almennar tænastur til privat at reka, fyri at gera tær bíligari at reka.
- Tað kann skjótt føra til eina verri tænastu, so har krevst størsta varsemi.
Kortini tekur Aksel V. Johannesen undir við, at meiri verður sett av til íløgur hesi næstu árini fyri at økja um virksemið í byggivinnuni.
Næsta ár hækka íløgurnar upp í 323 milliónir næsta ár, sum er 165 milliónir meiri enn í ár.
Tað er at kalla tað einasta positiva, formaðurin í Javnaðarflokkinum sær í hesi ætlanini, samgongan legði fram í morgun.
Men tað er eitt stig tann rætta vegin, at samgongan ætlar at krevja 120 milliónir í tilfeingisgjaldi í ár og 145 milliónir næsta ár.
- Andstøðan hevur skotið upp at tilfeingisgjaldið á uppsjóvarfisk og alivinnuna skal vera 195 milliónir.
Hann tekur heldur ikki undir við ætlanini hjá samgonguni at krevja tilfeingisgjaldið inn sum kilogjald og avreiðingargjaldi, tí endin av tí verður, at fiskimaðurin verður tann, sum skal rinda ein part av tí, samstundis sum tað førdi til, at øll kvotan ikki varð fiskað.
- Í andstøðuni hava vit heldur skotið upp at selja 40.000 tons av makreli og 20.000 tons av sild á uppboði. Tað fer at geva okkum minst 120 milliónir í inntøku.
Samstundis skulu alibrúkini rinda tilfeingisgjald fyri at fáa framíhjáætt at brúka føroysku firðirnar, sigur Aksel V. Johannesen.



6