Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, arbeiðir nú við at loysa trupulleikar, ið føroyskar útflutningsfyritøkur hava, orsakað av manglandi útflutningskreditt Landsstýrismaðurin og umboð fyri føroyska vinnu hava tí í dag verið á fundi í Eksport Kredit Fonden og kannað møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum at brúka útflutningskredittskipanir hjá grunninum, sigur Johan Dahl í tíðindaskrivi
Niðurstøðan er, at Eksport Kredit Fonden hevur skipanir, ið føroyskar fyritøkur kunnu brúka.
- Partarnir eru samdir um at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa í lag aðrar skipanir, ið hóska til tær serligu umstøðurnar, ið nú eru, tá tað snýr seg um at fíggja og veita trygd í sambandi tann føroyska útflutningin, sigur Johan Dahl.