Føroyskar Søgur 2 í Miðlahúsinum á ólavsøku

Føroyskar Søgur 2 er á gáttini, og útgávan verður hátíðarhildin í Miðlahúsinum alla ólavsøkuna við frumsýningum og øðrum útgávu-tiltøkum

Nú kemur onnur filmsfløgan í røðini "Føroyskar Søgur". "Føroyskar Søgur – Upplivingar úr gerandisdegnum 2" er skorin eftir sama leisti sum fyrra fløgan.: Tað eru søgur um stórar og smáar hendingar í Føroyum seinastu 100 árini.

Aftur í ár verður Miðlahúsið í Vágsbotni karmur um frumsýningina av fyrstu kutunum av Føroyskar Søgur 2. Tey, ið taka av tilboðnum at støkka inn á gólvið í Miðlahúsinum á ólavsøku, fáa allar dagarnar høvi at síggja nakrar av teimum 13 søgunum. Tað kann heldur ikki útihýsast, at onnur tiltøk, ið skulu gera vart við útgávuna, verða fyriskipað.


Ein perlurøð

Onnur filmsfløgan í røðini Føroyskar Søgur er, eins og tann fyrra, á tremur við góðum heimildarupptøkum av gerandislívinum í Føroyum seinastu øldina. Millum perlurnar á fløguni eru frálíkar upptøkur av, tá fyrsta stálskip, ið nakrantíð er smíðað í Føroyum, Porkeningur, fer av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju í 1961. Vit fara til neyta við neytakonum í Húsavík í fimmtiárunum, og síggja hugvekjandi myndir av útróðrinum í Grønlandi yvir eitt 50 ára tíðarskeið. Úr Klaksvík eru komnir fleiri filmar og gamlar ljóðupptøkur, ið saman geva eina mynd av tí stóru menning, býurin hevur upplivað. Vit eru til staðar, tá tunnlar og brýr verða bygdar og gera at Føroyar vaksa saman. Vit hava eisini upptøkur frá flogvøllinum og fyrstu royndunum við sivilari loftferðslu í 1946. Til tey ítróttaráhugaðu er ein røð av ítróttarhendingum, heilt frá árliga fótbóltsdystinum millum TB og HB í 1926 umvegis kvinnuhandbólt heima á Sandi fyrst í fýratiárunum upp gjøgnum fimtiárini og sekstiárini, til stórliðið hjá TB í sjeytiárunum.


Filmsskatturin varðveittur

Føroyskar Søgur er størsta mentanarverkætlan av sínum slag nakrantíð sjósett í Føroyum. Í hálvtannað ár eru land og ríki dustsogið fyri gamlar heimildar filmsupptøkur, og nýggja filmsfløgan er eitt úrslit av hesum umfatandi arbeiði. Tær mongu hundraðtals filmsrullurnar, ið eru gravaðar fram undan væðingini hjá privatfólkum og fram úr goymslum og søvnum, eru allar yvirspældar yvir á eitt nýtt, framtíðartryggjað format. Bondini við yvirspælingunum verða latin føroyskari skjalagoymslu í varðveitslu, so tær kunnu vera til gagn fyri søgufrøðingar, tíðindafólk og ikki minst komandi ættarliðum av føroyingum.

Hetta arbeiði hevði ikki verið gjørligt uttan framsygdu hjálpina frá Eik Grunnurin, ið hevur stuðlað verkætlanina. Føroyskar Søgur 2 skilmarkar tó endan á virkna leiklutinum, sum Eik hevur havt í varðveitsluni av føroyska filmsskattinum, og sum Føroyskar Søgur-filmsfløgurnar til alla tíð fara at bera vitnisburð um. Nú stendur tað til onnur at taka tráðin upp og heysta fruktirnar av hesum stóra taki.

Í sambandi við fyrstu útgávuna, segði formaðurin í Eik Grunninum, Fritleif Olsen millum annað, at tað alment-gagnliga er í høvuðssæti og ein treyt, tá Eik Grunnurin tekur avgerð um at stuðla einari verkætlan:

– Hetta, at varðveita gamla filmsarvin á talgildum miðili, er vanliga kostnaðarmikið og verður ikki gjørt á hvørjum degi. Grunnurin fegnast eisini um henda týðandi partin av Føroyskum Søgum, tí júst hetta ger, at okkara filmsskattur verður varðveittur til verandi og komandi ættarlið av føroyingum.


Eitt fragd

Fyri stjóran í Substanz, Troels Uhrbrand Rasmussen, hvørs felag hevur ment konseptið, Føroyskar Søgur eru skornar eftir, hevur tað verið ein sonn fragd at sleppa at framleiða Føroyskar Søgur.

– Vit hava framleitt hetta slagi av filmsfløgum í Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi, men ongastaðni hava vit upplivað størri áhuga og stuðul frá fólki, stovunum og privatum virkjum enn í Føroyum. Áhugin at lata filmar til verkætlanina hevur eisni verið risastórur, og dygdin á privatu filmunum hevur verið óalmindiliga høg, staðfestir Troels Uhrbrand Rasmussen við eldhuga í røddini.

– Vit hava veruliga kent, at hetta hevur havt nógv at týða fyri føroyingar, og øll hava viljað bakkað upp um verkætlanina. Tað hevur eisini verið umráðandi, tí hetta er ongantíð gjørt áður í Føroyum og verður kanska heldur ongantíð gjørt aftur. Tískil er tað ein deilig kensla nú at kenna, at vit við Føroyskum Søgum hava givið eitt lítið íkast til, at føroyingar gjøgnum livandi myndir fáa møguleika at fáa eitt innlit í teirra felags upphav og søgu og harvið betur skilja, hví teir gera sum teir gera tann dagin í dag, hugleiðir Troels Uhrbrand Rasmussen.

Stjórin í Substanz vil nýta høvið at takka Eik fyri samstarvið.

– Samstarvið við Eik hevur eisini verið fyrimyndarligt, og eg vóni, at føroyingar taka eins væl ímóti Føroyskum Søgum 2 og tey gjørdu Føroyskum Søgum 1.