Føroyskar kvinnur eru eisini tær virknastu á arbeiðsmarknaðinum í Norðanlondum.
Heili 83 prosent av føroysku kvinnunum eru virknar á arbeiðsmarknaðinum.
Í Vesturevropa er talið bara 66 prosent.
Finnland hevur lægstu luttøkuna av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum í norðurlondum við 73 prosentum.
Tað verður upplýst í Norðurlendsku Árbókini 2010, sum kom út í dag.