Hvørji einastu jól verður eitt stórt arbeiði gjørt at hugna um hjá teimum russisku sjómonnunum sum ikki sleppa heim til síni kæru um høgtíðina. Bæði feløg og einstaklingar gera sítt til, at jólagleðin eisini kann røkka umborð á tey russisku skipini, sum liggja, ella hava ligið við bryggju í Føroyum.
Millum tey, sum hava hesa tænastuna sum sítt hjartamál er Faroe Agency, sum við hjálp ymsastaðni frá letur hundraðtals pakkar og lutir umborð á hesi skipini.
Og soleiðis verður eisini gjørt hesi jólini. Onkrir pakkar eru longu farnir umborð á russiskar trolarar, og onkrir fara eisini hesar komandi dagarnar.
Ein russiskur trolari liggur m.a. inni á Hulki á Strondum, meðan bíðað verður eftir at tey fíggjarligu viðurskiftini skulu fáast í rættlag.
Umframt Faroe Agency hevur eisini Leif Erik Niclasen í Gullhorninum í Havn sett sær sum mál at hugna um hjá russiskum sjómonnum. Hann tekur eisini ímóti gávum frá fólki, bæði til sjómenn og sjókvinnur. Um vikuskiftið ætlar hann sær umborð á trolarin við gávum og øðrum.