Føroyskar heimasíður eru terrormál

Teldusníkar úr Miðeystri og Turkalandi fremja í hesum døgum álop á føroyskar heimasíður, ið tykjast at vera samskipaði og eftir øllum at døma eru knýtt at tekningunum av Muhammed í danska dagblaðnum Jyllands Posten.


Alnetið
 
Alt fleiri føroyskar heimasíður hava seinastu mánaðirnar verið fyri álopi av arabiskum og turkiskum teldusníkum, serliga illa fyri hevur síðan humor.fo verið. Humor.fo er álopin 6 ferðir, heili tríggjar av hesum ferðum hava verið seinastu vikuna.
Rúni Lava Olsen, ið rekur síðuna, hevur kannað álopini og sigur at her er als ikki talan um tilvildarlig álop, men eina tilætlaða herferð, ímóti føroyskum síðum, ið eru gjørdar í Mambo heimasíðuskipanini.
Álopini byrjaðu stutt eftir, at kreppan um Muhammed tekningarnar var orsøk til álop á nógvar danskar heimasíður. Rúni Lava Olsen greiðir frá, at álopini á føroyskar heimasíðir, verða framd tí muslimsku teldusníkarnir seta føroyskar heimasíður í samband við Danmark.
Rúni sigur: Humor.fo er blivin álopin 6 ferðir tilsamans, og 2 av hesum ferðunum var, meðan síðan enn var undir menning. Tað vil siga, at eingin uttan eg sjálvur kendi til hesa heimasíðuna, og man kundi ikki finna nakrar leinkir til humor.fo á alnetinum. Eg helt tað vera eitt sindur løgið, at turkiskir teldusníkar kendu til mína heimasíðu, meðan so at siga eingin annar gjørdi.
Humor.fo hevur verið álopin tríggjar ferðir innan fáar dagar, og skaðin hevur verið heilt stórur onkra av ferðunum. M.a. er øll síðan sletta, og var tað ikki fyri trygdaravritunum, hevði 2 ára arbeiðið verið mist. Tí hevur Rúni Lava Olsen granskað statistikkin fyri heimasíðuna, og er komin fram til, at øll tey sum hava lopið á humor.fo, eru komin inn á síðuna, við at leita á Google eftir sama setningi: allinurl: .fo/index.php?option=com_content. Hann hevur eisini funnið útav, at talan er um ymiskar teldusníkar hvørja ferð. Hetta kundi bent á, at her er ikki bert talan um ein einstakling, ið loypir á, men um ein bólk ella eitt netverk, ið er fari undir eina samskipaða herferð. Tað sum Google, og aðrar leitiskipanir gera, tá ein brúkari skrivar ein tílíkan setning, er at finna allar heimasíður sum eru til, sum hava akkurát handan setningin í adressuni., greiðir Rúni Lava Olsen frá. Tann fyrsti parturin av hesum setningi .fo, ger at einans føroyskar heimasíður koma fram. /index.php?option=com_content. finnur heimasíður, sum nýta Mambo heimasíðuskipanina. Tað finnast nógvar heimasíðuskipanir, men Mambo er tann einasta heimasíðuskipanin, sum hevur(/index.php?option=com_content) í adressuni.
Rúni sigur, at orsøkin til, at telduskíkurin vil finna heimasíður, sum nýta Mambo stýriskipanina, er, at hann kennir Mambo væl, og kennir eisini veikleikarnar í hesari stýriskipanini. Tað er so, at Mambo er ein tann mest brúkta stýriskipanin í heiminum, og ókeypis hjá øllum at nýta. Hetta ger tíverri tað, at teldusníkar granska stýriskipanina fyri veikleikar, og síðani finna teir síður fram, sum teir kunnu gera álop á. Rúni vísir á, at heimasíðurnar hjá t.d. Glintir og X-Size, ið eisini eru álopnar somuleiðis eru gjørdar í Mambo skipanini.
Fyri humor.fo hava álopini havt óhepnar fylgjur, síðan, ið vísir føroyingum skemt av ymiskum slag, hevur onkrar dagar ligið óvirkin og er sostatt dottin niður eftir vevmátingarlistanum hjá Gallup, umvælingarnar hava somuleiðis kostað teimum bæði tíð og pening.
 
Google finnur yvir 400 Føroyskar heimasíður sum nýta Mambo, og allar hesar heimasíður eru í vanda fyri at blíva álopnar, greiður Rúni frá. Hann sigur, at humor.fo ætlar at nýta eitt forrit, sum broytur adressurnar, so teldusníkarnir ikki kunnu eyðmerkja heimasíður, sum eina føroyska síðu sum nýtur Mambo heimasíðuskipanina. Vit hava einki yvirlit yvir, hvussu nógvar av hesum síðum longu er álopnar.