Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, Bókamiðsølan og Forlaget Torgard luttaka á Bogforum í Danmark í døgunum 26.-28. oktober.
Tað verður møguleiki fyri útisetar at fáa nýggjastu føroysku bøkurnar bæði til børn og vaksin til keyps, umframt nøkur frálík tilboð.
Eisini vera nógv stuttlig og áhugaverd tiltøk á skránni, m.a. familjuhugni, Harry Potter-“quiz”, barnayoga, tónleikur o.s.fr.
Skráin til Bogforum sæst her http://www.bogforum.dk/da-DK/Programmet/Programmet-2018.aspx
Øll, sum eru limir í Bókaklubbanum, fáa ókeypis atgongumerki til Bogforum, um tey upplýsa navn og tal av atgongumerkjum í einum telduposti til bokaklubbin@bokaklubbin.fo.
- Tað eru nógvir føroyingar, sum búgva í Danmark, sum hava børn og seta stóran prís á føroyskar bøkur, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókamiðsøluni og Bókadeildini.
Bókaklubbin hevur samstarv við Bank Nordik og Smyril Line, sum ger tað gjørligt hjá útisetum í Danmark at fáa bøkur fyri sama prís sum føroyskir limir í Bókaklubbanum. Tað er ógvuliga umráðandi fyri Bókaklubban, at hóast tú ert búsitandi í Danmark, so kanst tú vera limur í Bókaklubbanum.
- Bókamiðsølan er við og umboðar tær nýggjastu føroysku bøkurnar, sum eisini vera til keyps, so leingi tær eru á goymslu, sigur Niels Jákup Thomsen.










